Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Málríkt millum B36 og Skála

Jákup Ósá

Nýggi álopsleikarin hjá B36 var millum málskjúttarnar í kvøld, tá B36 og Skála spældu venjingardyst í Gundadali.

Fýra mál komu og fingu liðini tvey í part. Nýggi B36 álopsleikarin Kaimar Saag var á fyrsta sinni millum málskjúttarnar. Hinvegin hava Meinhard E. Olsen, Benjamin Heinesen og Brian Jacobsen verið við í fleiri málum við málum og uppleggum eins og teir aftur gjørdu í kvøld og tykjast sostatt væl fyri til nýggja kappingarárið.

 

 

B36-Skála 2-2 (0-1)

0-1: Brian Jacobsen

1-1: Kaimar Saag (Upplegg: Benjamin Heinesen)

1-2: Edvin Jacobsen (Upplegg: Brian Jacobsen)

2-2: Meinhard E. Olsen (Upplegg: Benjamin Heinesen)

 

 

B36 byrjaði við hesum liðnum (4-3-3): Rói M. Hentze – Robert Heðin Brockie, Oskar Weihe, Bjarni Petersen, Jóhan Eiler Simonsen – Róaldur Jakobsen, Hugin Samuelsen, Eli F. Nielsen – Ragnar Samuelsen, Kaimar Saag, Andrass Johansen. Seinni komu Benjamin Heinesen, Meinhard E. Olsen, Odmar Færø, Sámal Jákup Jóhannesarson og Lukasz Cieslewicz inn.

Skála byrjaði við hesum liðnum (3-4-3): Karstin Hansen – Jákup Jakobsen, Ahmed Mujdragic, Monrad Holm Jacobsen – Ari Olsen, Pætur Dam Jacobsen, Ólavur Mikkelsen, Niels Pauli Danielsen – Edvin Jakobsen, Brian Jakobsen, Heðin Klakstein