Klaksvík
6,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Málrøktarmaður sigur frá

Óli Olsen

Undirritaði hevði ta gleði at kenna Jóhan Hendrik W. Poulsen, professara í norðurlendskum málum, serliga føroyskum. Hann segði mær á sinni lívssøgu sína í stuttum, og 28. mai 2014 tók Norðlýsið upp greinina: “Málrøktarmaður sigur frá.”

 

Nú, Jóhan Hendrik er farin, heitti eg á Norðlýsið um at seta greinina á netið. Samstundis fari eg at ynskja øllum eini gleðilig jól og gott nýggjár.

 

 

Føddur í Sumba

“Eg eri føddur 20. juni 1934 í Sumba. Pápi mín, Niels Winther Poulsen úr Skopun, var lærari í Sumba. Mamma mín æt Kristianna. Hon var ættað av Tvøroyri, dóttir Mortan Mikkelsen, Mortan í Heiðunum. Eg eri elstur av trimum brøðum, allir føddir í Sumba. Eg í 1934, Mortan í 1936 og Halgir í 1938.

Eg var um seks ára gamal, tá ið vit fluttu til Skopunar. Pápi fekk læraraembæti í Skopun, har eg kom at ganga í skúla hjá pápa mínum. Tríggir klassar vóru: fyrstiklassi, miðklassi og elstiklassi.

Fjúrtan ára gamal í 1948 varð eg sendur av bygdini til Havnar at ganga í skúla, preliminerskúla, sum tá var úti á VBV. Skúlin er ikki til longur, alt er skotið burtur. Tú veitst, hvar ið Skipshandilin er við Eystari bryggju, beint uppi yvir har gekk eg í skúla. Og í fríkorterinum plagdu vit at ganga út á Skansan. Brúgv var yvirum og smalur vegur at ganga eftir. Alt er burturskotið. Í 1950 tók eg so preliminerprógv og helt fram at lesa til student á nýmálsligari deild.

Í Havn var gott at vera. Tað var bara tað, at tú kom so sjáldan heim – ikki uttan í teimum stóru frítíðunum. Men so kundi tað viðhvørt bera so á, at tú kundi sleppa við Borðoyarnesi suður, ella tú kundi ganga til Velbastaðar og so koma við onkrum.

 

Í Danmark, Íslandi og Amerika

Eg tók so studentsprógv í 1952 og fór til Danmarkar at lesa. Mín hugur stóð altíð til føroyskt mál, norrønt og tann vegin. Men so hoyrdi tú siga, at eingin framtíð var í hesum, og tú byrjaði at lesa enskt við hjágreinini latín.

Seinni, haldi tað var í 1956, skifti eg yvir til norrøna fornmálið og íslendskt. Var í Íslandi eina tíð, las á Háskóla Íslands og tók prógv har í íslendskum. So aftur á lærda háskúlan í Keypmannahavn at lesa norrøna filologi. Í 1966 tók eg so endaligt prógv.

Síðan fór eg at arbeiða á norrøna handritadeildini – við norrønu orðabókini í Keypmannahavn. So minnist eg, at Hans Peter Nielsen, sum eisini arbeiddi har, sigur við meg: “Nu skal du til Amerika!”

Hans Peter Nielsen hevði verið í Kanada, og nú stóð honum í boði starv í Illinois í Amerika, men kundi ikki loyva sær at fara. Hetta var, meðan Vietnamkríggið leikaði á. Eg kom so til hús, vit vóru gift tá og áttu smá børn, spurdi konuna, um vit skuldu til Amerika, og hon segði ja beinanvegin. So var tað avgjørt.

Heim til Føroya við Tjaldrinum, so við skipi til Íslands og flogfari til Amerika. Hetta var í 1967. Eg hevði fingið starv á University of Illinois at Urbana-Champeign. Har undirvísti eg í norrønum og skandinaviskum málum. Vit vóru bara tað eina árið. Mær stóð í boði starv á Fróðskaparsetrinum, og vit gjørdu av at fara heimaftur.

Tíðin í Amerika var eitt sindur harðlig. Vietnamkríggið leikaði á, nógvar mótmælisgongur vóru, enntá professarar mótmæltu. Eisini dapra hendingin við Martin Luther King, sum varð myrdur, fór fram, meðan vit vóru har. Tað var ræðuligt. Men vit trivust væl. Fitt og blítt fólk at vera ímillum, og so áttu vit skyldfólk vesturi við Kyrrahavið, sum vit vitjaðu í páskafrítíðini.

Í grannaíbúðini, har vit búðu, vóru fólk úr Japan. Vit gjørdust bestu vinir. Hann undirvísti á sama stovni sum eg. Tey vóru eitt ár longri enn vit, og tá ið tey fóru heim, løgdu tey leiðina um Føroyar bara fyri at vitja okkum. Ógvuliga fitt og dámlig fólk, og tey senda okkum jólaheilsan og bræv enn.

 

Aftur í Føroyum

Í 1968 byrjaði eg at arbeiða á Fróðskaparsetri Føroya, lærdi frá mær norrønt, íslendskt og føroyskt mál. Kom upp í orðabókaarbeiði so líðandi – fyrst og fremst settur at gera ískoytisbind til føroysku-donsku orðabókina, eykabindið kallað.

Dreymur mín var altíð at savna orð í málinum á meira skipaðan hátt. Í Íslandi var eg hugtikin av sendingini “Íslenzkt mál,” sum íslendskir orðabókamenn høvdu í útvarpinum. Hesum lurtaði eg altíð eftir. Teir spurdu eftir orðum, sum teir vistu ov lítið um – um nakar kendi hetta og hatta orðið, sum einans var uppskrivað har og har tá og tá, um nakar visti um tað at siga.

Og tað streymaði inn við svarum úr øllum landinum. Fólk sendi eisini av sínum eintingum inn orð og orðafelli. Tá setti eg í meg, at kom eg heimaftur og fór at arbeiða við orðabókaarbeiði, vildi eg royna upp á sama máta. Og tað eydnaðist. Eg fekk innivist í Útvarpi Føroya fyri sendingini, kallað “Orðabókin,” vetrarnar 1969-1993. Ótrúligt, sum fólk tók væl undir.

Í Íslandi høvdu tey einmáls orðabøkur. Vit vóru von við alla tíðina at síggja mál okkara ígjøgnum danskt – danskar frágreiðingar um okkara mál. Øll mentalond hava jú einmáls orðabøkur, og tað var mín dreymur at fáa hetta í lag. Tí bað eg útvarpið um innivist. Føroysk orðabók í tveimum bindum – móðurmálsorðabókin – kom í 1998. Og tað liggur í mær enn at lurta eftir orðum. Av tí sama eri eg ikki ílætin, uttan at eg gangi við einari lítlari lummabók.

 

Jóhan Hendrik og Chr. Matras

Tá ið eg las norrønt í Keypmannahavn, bað Chr. Matras meg vera sær til hjálpar at geva út aðru útgávu av føroysku-donsku orðabókini. Tað gekk fyri seg heima hjá honum sjálvum, har sum hann búði. Og tá ið eg plagdi at koma um áttatíðina um morgunin, hevði hann longu sitið uppi og arbeitt einar tríggjar tímar. Tað var ógvuliga hugnaligt, tú fekst at eta fra teimum og kendi teg sum húsfólk. Marianna var eitt so elskiligt menniskja, listafólk, fekst nógv við at veva myndevni. Jú, tað var góður lærdómur at arbeiða saman við Chr. Matras.

 

Hvaðan fært tú tilfar at smíða nýggj orð við?

Ja, hvat skulu vit siga? Úr málinum sjálvum, tí sum málið hevur av tilfari. So hyggja vit sjálvandi eisini at grannamálunum og tí norrøna málinum. Norskum – nýnorskt er góð heimildarkelda – og ikki minst íslendskum, tí nærskylda málinum. Vit hava tikið nógv orð beinleiðis úr íslendskum – útvarp og sjónvarp komu av sær sjálvum. Skyldskapurin er so nær, so tætt við. Men tú skalt vera eitt sindur varin at taka beint úr íslendskum. Nátúrlig mótstøða er ímóti hesum. Nýggj orð verða fyrst av øllum smíða á heimligari grund, á føroyskum botni. Fyrst og fremst tað, og so at geva gomlum orðum nýggja merking.

 

Kjakast verður um málreinsingarleiðina, men tú leggur ikki uppí?

Nei, nei, eg tími ikki at fáa stríð upp um sovorðið. Eg havi heldur valt at fara hóvliga fram á hesum økinum. Eg haldi, at politikkur er uppií. Íslendingar fóru burturúr, fóru sín egna veg, so halda fleiri helst, at vit herma eftir teimum. Eg veit ikki, haldi at ein ótti er fyri tí íslendska, tí teir fóru burturúr.

 

Hvat hevur tú tikist við í seinastuni?

Eg havi verið próvdómari viðhvørt og lisið rættlestur. Orðasavnarin er í mær enn, havi altíð oyruni opin. Eg plagi at siga, at eg fari ikki út, uttan at eg havi hesa lítlu lummabókina uppi á mær. Hon er altíð hjá mær, og tað er enn soleiðis, at fólk tala á meg – um eg havi hoyrt tað og tað orðið. Og enn eru góð heimildarfólk um landið, sum eg kann spyrja um hetta ella hatta orðið.”

 

 

 

 

 

Harleywoodpaint