Til tíðir visti eg ikki orduliga, hvar eg skuldi flyta meg, segði Róaldur Jacobsen m.a. eftir dystin.
(Budapest) Róaldur Jacobsen staðfestir, at tað til tíðir var trupult at spæla á einum fyri seg nýggjum plássi.
Eftir dystin fekk Norðlýsið orðið á Róald Jacobsen, sum fekk møguleikan frá byrjan.
– Hetta var ein fínur dystur. Teir hava sett fokus á at spæla skjótt. Tað sá man á renningunum hjá teimum. Tað eydnaðist hjá teimum fyrsta partin av seinna hálvleiki at ordiliga kroysta okkum og teir minuttirnir vóru strævnir, men burtursæð frá tí gekk tað væl hjá okkum, segði hann.
Og Róaldur merkti eisini, at hann spældi á einum óvandum plássi.
– Tað eru eini 5-6 ár síðani, at eg havi spælt á hasum plássinum fyrr. Og tað er heilt øðrvísi. Eg tók tað sum eina avbjóðing og royndi at gera mítt besta. Til tíðir visti eg ikki orduliga, hvar eg skuldi flyta meg.
Um málið
Hóast nýtt pláss, so kom Róaldur Jacobsen væl frá uppgávuni, tí tað var hann sum legði Føroyar á odda.
– Jóan Símun fær ein bólt í millumrúminum og eg taki eina renning uppá tvørs. Hann avleverar millum beinini á einum verjuleikara. So taki eg eina vending, tá verjuleikarin kemur tætt uppat. So geri eg skjótt av og fangi málverjan á skeiva beininum. Eg skeyt næstan beint viðsíðuna av honum, so hevði hann verið klárur uppá tað, so hevði hann tikið bóltin. Tað er ein stór kensla at skora á landsliðnum. Tað bleiv nærum tøgn á leikvøllinum, segði Róaldur Jacobsen, ið var vónbrotin av úrslitinum, men nøgdur við partar av dystinum.




