Hóast áskoðararnir hjá KÍ ikki vóru so nógvir til dystin leygardagin, so kann sigast í NSÍ áskoðararnir at teir vóru bæði nógvir og malskir.
Og vit øll fingu undirhald fyri allar pengarnar. Hjá KÍ stóð fyri so vítt onki upp á spæl, men NSÍ kundi við einum sigri, um hinir dystirnir lagaðu seg, fáa bronsumerki.
Tað var KÍ sum legði harðligari út og trýsti NSÍ stóran part av fyrra hálvleiki uttan tó at vera nóg vandamiklir í álopsstøðum. Tá farið varð til hálvleiks var støðan 4-2 til NSÍ og vit áskoðarar hildu, at orsøkin til ósigur okkara fyri stórsta partin vórðu verjuvillur.
Í øðrum hálvleiki helt gongdin fram, KÍ trýsti og NSÍ fekk málini og eitt skiftið var støðan 6-2 til NSÍ.
Men seinasta korterið bleiv KÍ meira málsøkið og tað gav úrslit, soleiðis at dysturin endaði við einum 5-6 sigri til NSÍ.




