Dystarfrásøgn: Tað bleiv til ein lættan sigur hjá KÍ í síðsta dystinum áðrenn summarsteðgin.
Uttan at taka tað besta spælið fram, so eydnaðist tað KÍ at vinna stórsigur á AB í síðsta dystinum áðrenn summarsteðgin.
Avgjørdu dystin í fyrra hálvleiki
9. sigurin á rað gjørdist veruleiki, tá KÍ vann tryggan sigur á AB í Klaksvík í síðsta dystinum áðrenn summarsteðgin. Talan gjørdist um stórsigur og nógv tað størsta tapið hjá AB í ár. Í fyrra hálvleiki hevði KÍ trupult við at fáa spælið at koyra fyrstu løtuna, men tá Hjalgrím Elttør skoraði sítt mál nummar 100 í 11. minutti, so kom meira friður yvir spælið hjá heimaliðnum. Ahmed Mujdragic økti eftir hálvan tíma eftir hornasparksinnlegg frá Jóannes Bjartalíð og løtu seinni skoraði Jóannes Bjartalíð eftir eitt væl gjøgnumspælt álop.
AB fekk mál móti KÍ
Í hálvleikinum fóru KÍ leikararnir nærum í summarfrí, tí seinni hálvleikur var merkur av lágari leikferð, nógvum mistøkum og einum dysti, sum longu var avgjørdur. KÍ fekk tó skjótt mál í seinna hálvleiki, tá Jonas F. Rasmussen skoraði eftir hornasparksinnlegg frá Súna Olsen. Tað lá eisini í luftini, at AB fór at blíva fyrsta liðið í longri tíð, sum fór at skora móti KÍ og tað hendi í 77. minutti, tá Árni G. Nielsen skoraði. KÍ áskoðararnir fingu eitt mál at fegnast um móti endanum. Meðan áskoðararnir sungu vit liggja nummar 1, so legði Hjalgrím Elttør innfyri til KÍ toppskjúttan Jóannes Bjartalíð og so var endaliga støðan 5-1.
Lættari dystur enn væntað hjá KÍ
Við stórsigrinum er KÍ nú næst mest skorandi liðið í deildini og hevur latið fæst mál ígjøgnum. Øll tølini sum heild benda á eitt sera sannførandi avrik, nú summarsteðgur er. Hesin dysturin bleiv kanska lættari hjá KÍ enn mett frammanundan. AB var nakað skert, men ein 5-1 sigur til KÍ talar fyri seg, har KÍ enntá ikki kann sigast at raka ein av sínum bestu døgum. Munurin á liðunum var ov stórur. Merkisvert var eisini at síggja, at hjá KÍ blivu 4 av 5 málum skallað í mál. Nú kemur ein summarsteðgur uppá ein mánaða. KÍ heldur summarfrí á oddasessinum, sum eisini er fult uppiborið í mun til sannførandi avrikini.




