Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mánadagur 1. novembur 2004

John William Joensen

Ráðgevari Mín: "Hugmóðigir seta snerrur og gørn fyri meg." Sálm. 140,6

Skrivtsstaði fyri novemburmánaða er: " Vegir Harrans eru rættir." Hos. 14,10

140. SÁLMUR

1 Til songmeistaran. Sálmur. Eftir Dávid.
2 HARRI, bjarga mær frá óndum menniskjum, ver mær vernd móti yvirgangskroppum,
3 sum upphugsa ilt í hjartanum og hvønn dag taka seg saman til ófrið!
4 Teir hvessa tunguna sum høggormar, ormaeitur er undir vørrum teirra. – Sela.
5 Varða meg, HARRI, fyri hondum hinna gudleysu, ver mær vernd móti yvirgangskroppum, sum liggja eftir at fáa meg til fals!
6 Hugmóðigir seta snerrur og gørn fyri meg, breiða út net fyri fót mín, seta fellur fyri meg við vegin. – Sela.
7 Eg sigi við HARRAN: „Tú ert Gud mín!" HARRI, lurta eftir hjartans bønum mínum!
8 HARRI Harri, Tú sterka hjálp mín, Tú verjir høvd mítt orrustudagin!
9 HARRI, lat ikki hin gudleysa fáa tað, ið hann vil, lat ikki óndu ráð hansara eydnast – so gera teir seg stórar! – Sela.
10 Yvir høvd teirra, ið kringseta meg, skal vanlukkan koma, ið varrar teirra búgva til.
11 Kolgløður skulu regna á teir, í eldin skal Hann kasta teir, í djúp vøtn, sum teir ikki sleppa upp úr aftur.
12 Baktalarin skal ikki verða standandi í landinum; óndur yvirgangskroppur skal verða raktur við einum slagnum fyri og øðrum eftir.
13 Eg veit, at HARRIN skal flyta mál hins arma og lata hin fátæka fáa rætt.
14 Ja, hini rættvísu skulu prísa navni Tínum, hini sannhjartaðu skulu búgva fyri ásjón Tíni.