Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Manchester feløgini keypa stórt inn

Jákup Ósá

Í dag hava bæði Manchester City og Manchester United kunngjørt, at tey hava fingið sítt høvuðskeypsmál nummar eitt.

Manchester City hevur keypt 22 ára gamla enska miðverjan John Stones fyri áleið 50 milliónir pund frá Everton. Ein prísur sum flestu fótbóltsviðmerkjarar halda vera sera høgur fyri ein leikara, sum ikki hevur nevnivert at vísa á enn.
Og í Manchester United hevur felagið fingið undirskriftina frá 23 ára gamla miðvallarleikaran Paul Pogba fyri eina upphædd uppá áleið 90 milliónir pund. Sambært Juventus er talan um størstu upphæddina fyri sølu og keyp av leikarum í fótbólti nakrantíð. Pogba hevur áður verið í Manchester United, men tá gekk samstarvið millum hann og venjaran Alex Ferguson ikki so væl og endin var at Pogba slapp avstað fyri minni enn eina millión pund til Juventus. Í Juventus hevur Pogba ment seg til ein lyklaleikara á einum Juventus liði, sum seinastu árini hevur vunnið tað mesta í Italia.