Manchester United og Southampton eru komin ásamt um prís fyri miðvallarleikaran Morgan Schneiderlin, Prísurin verður ikki upplýstur, men fyrr í summar hevur verið tosað um eina upphædd, sum liggur um 25 milliónir pund.
Hetta er fjórða keypið hjá Manchester United í summar. Frammanundan eru Bastian Schweinsteiger, Memphis Depay og Matteo Darmian keyptir.




