So uprennur dagurin, dagurin ið fótbóltsfjepparar kring allan knøttin hava bíða eftir. Nemliga dagurin ið setur punktum fyri farna kappingarár.
Manchester United og Chelsea ið bæði tvey kappaðust um at blíva enskir meistarar, líka til síðsta bríksl, møtast nú aftur. Og hesuferð er tað í Moskva har tey bæði lidini skulu spæla, um at vinna tí størstu kappingina í fótbólti, nemliga Champions league.
Klaksvíkar klubbi hevur víst alla kappingina á stórskíggja, líka frá fyrsta bríksli. Og sjálvandi vísa vit eisini finaluna mikukvøldið.




