Nam nam: Ááh hvat er tað ikki gott við einum góðum kókaðum grindabita á middegi ein leygardag. Gott kókað og moyrt spik afturvið, umframt nøkur spildurnýggj føroysk epli, sum júst eru tikin upp oman fyri húsini. Manga takk, Pamela!
Nam nam: Ááh hvat er tað ikki gott við einum góðum kókaðum grindabita á middegi ein leygardag. Gott kókað og moyrt spik afturvið, umframt nøkur spildurnýggj føroysk epli, sum júst eru tikin upp oman fyri húsini. Manga takk, Pamela!
Tað er ikki sørt, at eg sum føroyingur gleðist yvir, at vit enn drepa grind. Tann góði smakkurin, tann góða føði, sum ikki er industrialiserað nakrastaðni. Noy, grindin er bert svomin inn í millum oyggjarnar og vit hava dripið hvalirnar, til gagns fyri sera nógvar gómar. Og einki er farið til spillis. – Rein føði, uttan nøkur innsproytað kemisk evni til tess at halda smakkinum við líka, rein føði.
Ja, Pamela, hetta er ein grund fyri, at vit enn drepa grind. Grindin er góð, grindin er góð føði og okkum dámar grind.
Vit hótta grindastovnin, verður fortalt, sum eina roynd, at fáa føroyingar at trúgva onkrum propaganda. Noy, vit hótta ongan stovn og vit jagstra ikki nakran stovn. Vit takka nøkrum heilt fáum grindahvalum fyri, at teir vitja okkum inni á føroysku firðunum.
Teir, sum koma at vitja okkum og verða dripnir, eru ikki eingongd eitt prosent at grindastovninum. Sjálvt ein fyrstaklassanæmingur í Amerika eigur eisini at skilja, at hetta ikki er nøkur hóttan av nøkrum stovni.
Tað verður eisini fortalt, at hvalurin hevur eina sál og hann pínist, tá ið hann verður dripin. Fyrst og fremst, fær hvalurin ein søtan og góðan deyða. Eitt sting og hvalurin er deyður. Og nú hava vit eisini útbúnar menn at útinna hetta arbeiðið. Noy, hvalurin pínist ikki.
Tað kann gott verða at, hvalurin hevur eina sál. Tað hava neytini eisini; tey verða dripin og etin. Tað hevur stakkals grísurin eisini; hann verður industrialistiskt fitaður og dripin. Seyðurin hevur eisini sál, hann gerst spakur og góður við menniskju, ups! hann verður eisini dripin og etin.
Maturin í frystaranum í ”Super Marked” er eisini eitt djór, sum verður dripið og etið. – Hov! og teir ’fransku hotdogs’, ’big mac meal í Mc Donalds’ stavað eisini frá djórum, sum verða dripin og etin. Annars er grindin í roynd og veru sunnari enn ein hotdogs og ein big mac meal í Mc Donalds.
Tað stutta av tí langa er, at mær dámar grind, tit dáma ikki at vita eta grind. Men latið okkum fáa frið at varðveita føroyska mentan og føroyskan mat, hóast tit ikki dáma hann.
Enn eina ferð, manga takk Pamela og Poul Watson! – Tað smakkaði væl.




