Í Guangdong-landspartinum fóru nógv trø um koll, tá ið tyfonin Mangkhut herjaði fyrradagin.
”Okkara maður” í Kina, Páll Slættanes, sigur í samrøðu, at ímillum 10 og 15% av øllum trøum eru tikin upp við rót.
Hann tók nakrar myndir á veg til arbeiðis í gjár. Tær síggjast undir greinini.
Hann sendi eisini eitt filmsbrot, sum vísir, hvussu illa nógvur vindur kann fara við trøum.
Nógvur vindur from Norðlýsið on Vimeo.









