Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Mangla orkuna til 3. umfar og play-off

Jákup Ósá

KÍ hevur síðstu árini staðið seg væl í altjóða fótbólti, men tølini geva eina greiða ábending um, at til seinnu dystirnar í 3. umfari og play-off, so gongur orkan undan. Tí KÍ hevur tapt 8-0 frá 74. minutti og út í altjóða fótbólti fimm teir síðstu dystirnar í 3. umfari og play-off.

Í 2022, 2023, 2024 og 2025 hevur KÍ á hvørjum ári vunnið minst eina samlaða uppgerð í 1. ella 2. umfari í altjóða kapping.

Men síðani er komin ein forðing og KÍ hevur eins og hini føroysku feløgini ongantíð vunnið eina samlaða uppgerð í 3. umfari ella play-off, tá fýra dystir eru leiktir frammanundan í teimum báðum fyrstu umførunum. Og hvørjaferð hesar seks uppgerðirnar er avgerðin fallin seint í seinna dystinum. Tvær ferðir uppá brotssparkskapping, tvær ferðir eftir longda leiktíð og tvær ferðir í 74. minutti ella seinni.

KÍ hevur spælt hesar dystir í seinna dystinum í 3. umfari og play-off:

2022: KÍ-Ballkani 2-1

2023: Molde-KÍ 2-0

2023: Sheriff-KÍ 2-1

2024: Banja Luka-KÍ 3-1

2024: HJK Helsinki-KÍ 2-1

2025: Neman-KÍ 2-0

 

Móti Ballkani var KÍ ongantíð frammanfyri í uppgerðini. Ballkani kom framum samlað í 83. minutti í seinna dystinum, men KÍ fekk dystin í longda leiktíð við máli í 89. minutti. KÍ tapti brotssparkskappingina.

Síðani tá hevur KÍ í fimm dystum ongantíð skorað aftaná 58. minutt í seinna dystinum. Hinvegin hava mótstøðuliðini skorað heili átta mál frá 74. minuti og úteftir, harav tvey í longdu leiktíðini. Onkur kann siga, at hetta er logist, tí styrkin á mótstøðuni er sterkari í 3. umfari og play-off, men KÍ hevur tey bæði fyrstu umførini sent lið úr Ungarn, Svøríki og Serbia út, sum eru sterkari enn tey flestu, sum KÍ hevur møtt í hesum dystum.

 

KÍ skorar:

0-15 min.:

16-30:

31-45+: Sheriff

46-60: Banja Luka, HJK

61-75:

76-90+:

Longd leiktíð:

 

Hinir skora:

0-15 min.:

16-30: Sheriff, Banja Luka, Molde

31-45+:

46-60:

61-75: Sheriff

76-90+: Banja Luka, Neman, Neman, HJK, HJK

Longd leiktíð: Banja Luka, Molde

 

Málmunur tilsamans: 3-11 (harav 0-8 frá 74. minutti og út)