Meðan Sirið Stenberg ikki fær sett Miðlastuðulsnevndina vísandi til manglandi javnstøðu í innstillingunum, setur Ingilín Strøm fimm kvinnur at manna býarskipanarnevndina.
“Vit hava fingið innstillingar við skikkaðum fólkum at seta í Miðlastuðulsnevndina, men vit eru komin í tann trupulleikan, at tað livir ikki upp til krøvini um, at man miðar eftir javnstøðu í nevndini” segði Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í útvarpstíðindunum hjá Kringvarpi Føroya sunnukvøldið.
Dagin eftir kundi Norðlýsið avdúka, at Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna, harafturímóti hevur sett fimm kvinnur at manna býarskipanarnevndina. Fimm av fimm nevndarlimum eru sostatt kvinnur.
Munur á kvinnum og monnum?
Hava hesar báðar landsstýriskvinnur so ymiskar fatanir av krøvini til javnstøðu í almennum nevndum? Ella var trupulleikin hjá Sirið Stenberg kanska, at BLF og Fróðskaparsetrið høvdu innstilla hvør sín kompetentan mann í Miðlastuðulsnevndina?
Tað fáa vit helst meiri at vita um, tá Sirið Stenberg velur at seta nýggju limirnar í Miðlastuðulsnevndini. Freistin at søkja miðlastuðul er annars í dag, 22. august 2023.



