Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Manglandi jørðforbindilsi

Jógvan Sofus Vilhelmsen valevni Sambandsfloksins

Nú tað stundar til val eru lyftini mong, flestu av teimum góð og vælmeint.

Treyðugt so, onkuntíð loypur ketan av, og man rennur seg í lyfti har einki skil ella høpi er í, hvørki so ella so.

Dømi um hetta er ætlanin um bátahyl, sum í fyrstu atløgu er mettur at kosta “einar 12-13” milliónir, við sama skapi sum Glasir, nevniliga rundur, og ikki man vera óhugsandi, at hann fer at hava somu succesratu sum Glasir, og koma at kosta tað dupulta tá avtornar.

Havi eg skilt skitsuna sum hevur verið frammi rætt, so fara bátarnir at liggja við síðuni til høg- og lágættina, og tað vita fólk flest, at tað dugir slett ikki.

Tað vísir seg tíverri, at alt skal verða so flott, og so verður lagt minni í, um tad er praktiskt ella ikki.

Eri av teirri áskoðan, at tad týðningarmesta elementið tá fari verður í holt við nakað, er at tað er praktiskt og kann brúkast av teimum sum skulu brúka tað, og ikki bert er flott og pent hja øðrum at hyggja eftir.

Nei, latið okkum taka saman um og gera tey tingini sum veruliga er brúk fyri, og heldur dagføra og uppgradera verandi bátabrúgvar og allar kajir runt vágna.

Har er ríkiligt at tríva í.

Jógvan Sofus Vilhelmsen
valevni Sambandsfloksins