Talið av lærlingum á almenna arbeiðsmarknaðinum er lækka seinastu árini. Hesari gongd vil eg hava
vent. Lærlingar eru ein fortreyt fyri at geva vitan á arbeiðsplássinum víðari til næsta ættarlið. Ein og hvør stovnur eigur at hava áhuga í at varveita, menna og føra vitan víðari. Hettar er ein góð lærlingaskipan við til at stuðla undir.
Við einari lærlingaskipan er arbeiðsgevarin tryggjaður arbeiðskraft í nøkur ár framyvir, og at vitanin á stovninun verður varveitt. Eftir lokna lærutíð hevur lærlingurin fingið neyðugu førleikarnar at røkja starvið fult út, og er tá til reiðar at taka á seg allar uppgávur starvið krevur av honum. Hettar er ein íløga hjá arbeiðsgevaranum, sum skal tryggja honum dugnaliga arbeiðsmegi í framtíðini.
Neyvar kanningar eru ikki gjørdar í Føroyum av hesum, men vit síggja í Starvsmannafelagnum, at talið av lærlingum er fallandi. Nýggjastu tølini frá Yrkisdeplinum vísa, at tað bert eru 13 lærlingarí almennu fyrisitingini, og 5 í kommunalu. Hettar er alt ov lágt, og eiga almennu arbeiðsgevararnir at átaka sær útbúgvingarábyrgd við at bjóða fleiri lærlingapláss út.
Eisini vísur ein donsk kanning *, at donsk virkir og stovnar kundu tikið ímóti munandi fleiri lærlingum. Okkara viðurskifti eru ofta sambærilig við teirra, og kunnu vit tí taka hettar sum eina ábending um støðuna her.
Við mær á odda í Starvsmannafelagnum fáa tit ein íðnan formann við nógvum royndum, sum klárar at seta tingini í verk.
Gev tí mær tína atkvøðu.
Niels á Reynatúgvu – Formansvalevnið
*http://www.ugebreveta4.dk/kun-hver-fjerde-virksomhed-uddanner-laerlinge_19972.aspx




