Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Manglandi løggilding var ein misskiljing

John William Joensen

Ein misskiljing millum Delta Seafood og Heilsufrøðilgu Starvsstovuna er orsøkin til, at slógv í summar varð framleitt og útflutt uttan løggilding, skrivar Delta Seafood í tíðindaskrivi

Tíðindaskriv frá Delta Seafood:

Delta Seafood hevur ábyrgdina av misskiljingini, og kravda løggildingin kemur í næstum í lag í góðum samstarvi við Heilsufrøðiligu Starvsstovuna

Í sambandi við tíðindaflutningin hjá Kringvarpinum seinastu dagarnar um eina last av fiskaslógvi, ið Delta Seafood hevur útflutt tann 7. juli í ár, hevur Delta Seafood niðanfyri standandi almennu viðmerkingar til málið.

Í fyritøkuni harmast vit, at ein rang mynd er málað av hesum máli, ið fyrst og fremst er eitt mistak frá okkara síðu.

Ongin hevur tilvitað brotið galdandi reglur.

Fekk skeiva fatan
Tað stutta av tí langa er, at Delta Seafood í vár fekk ta fatan, at løggilding var ikki neyðug til framleiðslu av slógvi. Hesa fatan fingu vit m.a. undir einari eftirlitsvitjan hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni (HFS) í februar í ár.

Tá upplýsti HFS, at nevnda framleiðsla var ikki fevnd av matvørulógini, men at tað fanst ein donsk kunngerð. Delta Seafood var sostatt í teirri trúgv, at ongin løggilding kravdist til hesa slógvframleiðsluna.

Tí fekk Frystimiðstøðin í Vági sum undirleverandørur hjá Delta Seafood boð um at fara undir at framleiða og síðani niðurfrysta nevnda partí av slógvi. Síðani útflutti Delta Seafood slógvið.

Misskiljing ruddað av vegnum
Seinni er Delta Seafood komið eftir, at løggilding kortini er neyðug til hetta slagið av framleiðslu og útflutningi. Tí er skipað fyri – í góðum samstarvi við HFS – at løggildingin fæst í lag, so mistakið ikki endurtakur seg.

Upprunaliga var tað Faroe Seafood á Tvøroyri, ið tók ímóti slógvi frá Delta Seafood og TG Seafood. Henda skipan helt uppat, tá Faroe Seafood brádliga gavst við sínum virksemi á Tvøroyri. Faroe Seafood í Vági hevði trupult við at taka ímóti slógvinum, og tí mátti ein onnur loysn finnast.

Manipulerandi tíðindaflutningur
Á Delta Seafood eru vit skelkað av, at Sjónvarpið hjá Kringvarpinum leggur tíðindini fram á tann hátt, at ES-lóggáva tilvitað er brotin. Henda skuldseting er álvarslig og sera langt frá veruleikanum.

Hvørki Delta Seafood, TG Seafood ella Frystimiðstøðin hava tilvitað brotið galdandi reglur. Talan er um eitt harmiligt mistak, sum vit á Delta hava gjørt og eisini taka fulla ábyrgd av. Vit hava eisini gjørt tað, ið krevst, fyri at mistakið ikki skal endurtaka seg.

Delta Seafood vil ikki vera partur av einum máli, sum í veruleikanum man snúgva seg um eina persónsjagstran av einum ávísum politikara. Í fyritøkuni reka vit vinnuligt virksemið – ikki politikk.