Í kvøld kemur Mannbjørn at standa fyri live tónleikinum í klaksvíkar klubba.
Mannbjørn ið fyri fáum døgum síðan tók Havnina (Manhattan) við storm, kemur í kvøld, aftur at undirhalda í sínum heimbýði.
Mannbjørn er so smátt byrjaður at taka Føroyar undir sínar veingir, við síni sermerktu songrødd og góða guittarførleika.
Komið niðan í klubban í kvøld til eitt gott kvøld saman við Mannbjørn.
Tit koma at hoyra góðan tónleik, og kemur hann heilt sikkurt at framføra okkurt av hansara signatureløgum, ið eru løg hjá Bon Jovi, ið Mannbjørn framførur sum fáur.
Kl.17 vísa vit EM dystin Italia – Rumenia
Kl.19-45 vísa vit dystin Holland – Frakland




