Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Manning frá Brimli niðri á Reynsmúla

Oliver Joensen

Í gjár vóru kavarar frá Brimli niðri á Reynsmúla. Orsøkin til tað var, at teir á Brimli høvdu venjingar á Borðoyarvík í gjár. Kavararnir høvdu myndatól við sær niður á umleið 12 metrar, har skipið liggur og Norðlýsið bað Brimil um at fáa nakrar myndir.

Tað var gaman í. Teir báðir Eliesar Jacobsen og Thorbjørn Hansen hava staði fyri myndatøkuni av Reynsmúla, sum var søktur einar 200 metrar út úr lendingini á Oyri í 2016.

Fyrstu 17 myndirnar eigur Thorbjørn Hansen, restina, 13 tær seinnu myndirnar eigur Eliesar Jacobsen.

Hjálagt eisini nakrar myndir, sum eg tók, tá íð Reynsmúli varð søktur í 2016.

Harleywoodpaint