Leygardagin 17. juni var manningin á Atlantic Navigator útferð til Eiðis har teir vitjaðu uppi á Kolli og Slættaratindi.
Marnar Guðjónsson, sum er kokkur umborð á Atlantic Navigator, sigur at hugskotið til útferðina kom meðan hann og Jørgin Oluf Kruse, av Eiði, tosaðu um at gjørt okkurt fyri at styrkja samanhaldið millum manningina.
-Vit settu so eitt skriv saman har vit løgdu eina ætlan fyri dagin. Undirtøkan var góð fyri tiltakinum og vit byrjaðu dagin við morgunmati á Hotell Eiði.
– Eftir morgunmatin fóru vit ein túr niðan á Koll og fóru so oman aftur á hotellið at eta døgurða.
– Síðani gekk leiðin niðan á Slættaratind har vit høvdu eina sera hugnaliga løtu.
– Veðrið var av tí allar besta og lagið var gott.
– Eftir hetta vitjaðu vit inn á gólvið á forngripasavninum hjá Eiðis bygd og síðani var gjørt klárt til at fara til Leirvíkar at Bowla.
– Vit møttust so í bowlinghøllini í Leirvík og har hugnaðu vit okkum óført.
– Fólk vóru sera glað um túrin og tað er neyvan nakar ivi um at vit fara at skipa fyri einum túrið afturat, sigur ein væl hýrdur Marnar Guðjónsson sum eisini hevur tikið myndirnar.




