Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mansflogbóltur: Fleyr og SÍ í steypafinaluni

Danial Viðoy

Mansliðini Fleyr og SÍ vunnu seg í steypafinaluna í gjár.

Mansliðini Fleyr og SÍ vunnu seg í steypafinaluna í gjár.

Tað gjørdist Fleyr, sum vann hálvfinaluna hjá monnum ímóti Ternuni í seinasta dystinum, sum var í Høllini á Hálsi í gjárkvøldið.

Hóast Ternan stríddist manniliga, so hevði Fleyr alla tíðina stýr á støðuni, skrivar Flogbóltssambandið í tíðindaskrivið.

Fyrsta settið gjørdist ein sigur til Fleyr upp á 25-21, og næsta settið var líkt tí fyrsta, men Ternan stríddi seg upp á 20-21, men so gekk ikki longur. Fleyr vann 25-20.

Í triðja settið kom Fleyr skjótt fram um 6-1, men Ternan hálaði seg skjótt fram aftur á teir og komu upp á 5-8. Men nærri komu teir ikki. Munurin var alla tíðina 4-5 stig, og settið endaði við at Fleyr vann 25-18, og harvið dystin 3-0.

Fleyr møtir SÍ í steypafinaluni 25. Februar.

SÍ vann ræðudyst á ÍF

Í einum sera spennandi dysti vann SÍ 3-0 á ÍF.

Fyrsta settið var avbera javnt, og eftir at SÍ hevði verið á odda meginpartin av settinum, kom ÍF framum móti endanum, men hetta var ikki nokk, og SÍ vann spennandi settið 26-24.

Í øðrum setti var størri munur og SÍ vann trygd 25-19.

Men triðja settið hevði alt, og tá vit siga alt so er tað ALT. Spenning, skiftandi oddalið, feilir, trætur og mangt annað.

Men endin varð, at SÍ vann 31-29 og harvið dystin 3-0, og seinna finaluplássið.