Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Manshondbóltur – 2. deild: Team Klaksvík í 1. deild næsta ár

John William Joensen

Eftir at harðasti kappingarneytin hjá Team Klaksvík um uppflyting týskvøldið var fyri stórtapi,

er tað næstan vist, at nýggja hondbóltsfelagið í Klaksvík flytir upp í 1. deild at leika komandi kappingarár.



Felagið er framvegis ikki ársgamalt, men longu er fyrsta uppflytingin hjá felagnum veruleiki – ella næstan tað!

Harðasti kappingarneytin hjá Team Klaksvík í kappingini um uppflyting úr 2. deild upp í 1. deild er KÍF úr Kollafirði, og týskvøldið vórðu kollfirðingar í Vestmann og leiktu ein avgerandi dyst ímóti VÍF.



Risastórur

málmunur

Heimasíðan www.team-klaksvik.com skriva, at VÍF her hevði møguleikan at geva Team Klaksvík eina góða hjálpandi hond við uppflytingarstríðnum við at vinna hendan dystin ímóti KÍF, og tað gjørdu teir gulu eisini. VÍF vann stórsigur á kollfirðingum. Úrsliðið gjørdist 41-24.

Veruleikin er nú tann, at nógv skal til, fyri at uppflytingin hjá Team Klaksvík ikki skal gerast veruleiki. Team Klaksvík hevur skotið 137 mál fleiri enn kollfirðingar, og hóast KÍF hevur ein dyst til góðar, og kann enda ájavnt Team Klaksvík í stigatali, so er sannlíki fyri, at KÍF yvirhálar Team Klaksvík í málmuni, ómetaliga lítið.



John Petersen heim

úr DK til síðsta dyst

Team Klaksvík skal sunnudagin leika móti vestmenningum, sum hava vunnið allar sínar dystir í kappingini.

Men Team Klaksvík hevur ætlanir um at enda kappingarárið við einum sigri og harvið sløkkja alla vón hjá kollfirðingum um at flyta upp. Heimasíða felagsins upplýsir, at Eik Banki hevur stuðlað Team Klaksvík, soleiðis at møguleiki er at keypa John Petersen upp til dystin.

John Petersen býr í Danmark, men leiðslan í Team Klaksvík metir, at best er, um liðið fer til Vestmanna við so sterkum hópi sum yvirhøvur møguligt.

Sambært hsf.fo verður dysturin millum VÍF og Team Klaksvik leiktur tann 18. februar 2007, tvs. nú sunnudagin.



Støðan í 2. deild:

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig

1 VÍF 11 376 213 163 22

2 Team Klaksvík 13 418 290 128 20

3 KÍF a 12 274 283 -9 16

4 Neistin b 10 213 190 23 10

5 Neistin a 12 246 271 -25 8

6 KÍF b 12 277 344 -67 8

7 EB 13 218 302 -84 8

8 SÍF 11 216 345 -129 2