Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Manshondbóltur – steypakappingin: Team Klaksvík ímóti besta liðnum hjá H71

Norðlýsið ÍTROTTUR

Jarvin Feilberg Hansen, høvuðsvenjari, hevur úttikið sínar leikarar til dystin í steypakappingini mikukvøldið klokkan 18:00 í Badmintonhøllini, har Team Klaksvík møtir H71, sum helst kemur norður við sterkari manning.

Í steypakappingini er tað øðrvísi enn í landskappingini, tí her fer bara vinnarin víðari í kappingini, meðan taparin er úti av kappingini fyri hetta kappingarárið.

Team Klaksvík hevur á pappírinum neyvan nakran møguleika ímóti besta liðnum hjá hoyvíkingum, sum eru væl við í kappingini í bestu deildini, Atlantic Airways deildini.

Hinvegin er tað so mangan prógvað, at steypakappingar eru nakað serligt í so máta, har tey veikaru liðini til tíðir kunnu arga tey sterkaru.

Hvussu er og ikki, so er undir øllum umstøðum ein serligur spenningur í luftini til hendan dystin í Badmintonhøllini mikukvøldið kl. 18:00.

Jarvin Feilberg Hansen, høvuðsvenjari, hevur tikið út hesar leikarar at manna liðið hjá Team Klaksvík:

Bent
Andrass
Jón
Beinur
Rógvi
Steffan
Matthias
Sámal
Jógvan
Dánjal

Vónandi fer Team Klaksvík at fáa dyggan stuðul frá sínum viðhaldsfólkum, sum kunnu bakka upp við at møta fjølment!!