Um at teir vinna báðar sínar írestandi dystir, samstundis sum H71 vinnur báðar sínar móti StÍF, so endar Team Klaksvík næstovast í 1. deild, sum gevur uppflytingardystir móti niðasta liði í Atlantic Airways deildini, KÍF.
Enn eru ikki allar súðir syftar, og úrslitini hjá hinum liðunum mugu eisini fella til fyrimunar fyri Team Klaksvík, um teir skulu sleppa at spæla um uppflyting í bestu manshondbóltsdeildina, Atlantic Airways deildin.
H71 má vinna
á strandingum
Í skrivandi løtu hevur Team Klaksvík 2 dystir eftir í kappingini. Teir eru sambært www.hsf.fo heima móti VÍF tann 9. mars og síðan úti móti Kyndli tann 15. mars.
Hesar dystirnar má Team Klaksvík vinna, báðar tveir, um møguleikin fyri uppflytingardystum móti KÍF skal varðveitast.
Síðan er ein onnur fortreyt, og tað er, at StÍF tapir 2 av sínum 3 írestandi dystum. StÍF spælir tnan 9. mars móti H71 úti, tann 15. mars heima móti Neistanum og síðan aftur heima aftur móti oddaliðnum, H71 tann 17. mars.
Møguleikar skuldu verið fyri, at H71 vinnur báðar sínar dystir móti StÍF, tí higartil hava teir verið rættiliga suverent oddalið í 1. deild, men tað er sjálvandi ikki til at siga frammanundan.
2 dystir um
uppflyting
Sambært upplýsingum frá Hondbóltssambandi Føroya (HSF) eru reglurnar á hesum øki tær, at um StÍF endar sum nr. 2 í 1. deild, so verða eingir dystir um upp- og niðurflyting millum Atlantic Airways deildina og 1. deild, av tí at StÍF longu hevur lið í bestu deildini.
Um hinvegin Team Klaksvík, sum jú einki lið hevur í Atlantic Airways deildini, endar sum nr. 2, so skulu 2 upp- og niðurflytingardystir spælast millum teir og niðasta liðið í bestu deildini, sum í løtuni er KÍF úr Kollafirði.
Víðari upplýsir HSF, at talan verður um 2 dystir, ein heimadyst og ein útidyst.
Støðan í
1. deild:
1) H71 16 dystir 28 stig
2) StÍF 17 dystir 20 stig
3) Team K. 18 dystir 20 stig
4) VÍF 18 dystir 14 stig
5) Neistin 18 dystir 12 stig
6) Kyndil 17 dystir 10 stig
Dánjal & Beinur
eru toppskjúttar
Sambært heimasíðu Team Klaksvíkar sær toppskjúttalistin soleiðis út í løtuni.
Her skal viðmerkjast, at felagið hevur talt venjingardystirnar hetta kappingarárið, so talan er um eitt sindur færri mál í sjálvari kappingini.
01) Dánjal Kjærbo 95 mál
02) Beinur Heðinson 93 mál
03) Niclas Niclasen 67 mál
04) Jón Jacobsen 51 mál
05) Fríðin Ziskason 50 mál
06) Allan Mørkøre 45 mál
07) Steffan Kalsø 38 mál
08) Tórður Lervig 33 mál
09) Gunnar á Steig 32 mál
10) Heri Thorsteinson 22 mál




