Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Manshondbóltur: Team Klaksvík sær út til at stabilisera seg í 1. deild

Norðlýsið ÍTROTTUR

Enn er besta liðið hjá Team Klaksvík als ikki tryggjað undan niðurflyting, men við sigrum í 2 av 3 teimum síðstu dystunum tykjast klaksvíkingar at stabilisera seg í 1. deild.

Tað eru framvegis 6 dystir eftir at spæla í inniverandi kappingarári í 1. deild, so besta liðið hjá Team Klaksvík er als ikki tryggjað undan niðurflyting, men við sigrum í 2 av 3 teimum síðstu dystunum tykjast klaksvíkingar at stabilisera seg í deildini.

Hetta er einans tað triðja kappingarárið hjá Team Klaksvík síðan stovnanina, so tað snýr seg framvegis um eitt sera ungt og óroynt hondbóltsfelag.

Teir byrjaðu í 2. deild, sum er triðbesta deildin, og hana vann Team Klaksvík longu í fyrstu royndini og flutti harvið upp í næstbestu deildina, 1. deild.

Fyrsta árið í 1. deild gekst óvæntað væl, har liðið ta einu tíðina tevjaði uppflytingarmøguleikan, men varð at enda ov stutt til tess.

Niðurflytingin
ikki so nær nú

Í løtuni er Team Klaksvík í holtur við sítt næsta ár í 1. deild, og hesaferð gjørdist starturin ein heilt annar og munandi verri enn í fjør vetur.

Tey fyrstu 4 umførini tapti liðini øll, og so var grundin løgd til tað higartil vánaligasta kappingarárið higartil hjá besta Team Klaksvík liðnum.

Niðurflytingarspøkilsið hevur hótt flaggskipið hjá felagnum í drúgva tíð, men í seinastuni hava Fríðin og kompaní tikið sær aðrar partar fyri.

Síðan miðjan desember hevur ikki verið so langt millum sigrarnar og eisini onkran javnleikin, og harvið hevur Team Klaksvík vunnið seg upp á samanlagt 9 stig, sum á stigatalvuni røkkur til næst niðasta pláss við 6 stigum fleiri enn botnproppurin, VÍF, sum hevur 3 stig.

Støðan í 1. deild

er í løtuni henda, nú øll liðini hava spælt 14 dystir og hava 6 dystir í part eftir at spæla:

1) H71           +53 mál    24 stig
2) Kyndil        +32 mál    19 stig
3) Neistin       +94 mál    17 stig
4) StÍF           –31 mál    12 stig
5) Team Kl.    –26 mál      9 stig
6) VÍF          –122 mál      3 stig

Umráðandi
sigur á VÍF

Seinasti dysturin hjá Team Klaksvík var ógvuliga avgerandi fyri klaksvíkingar at vinna. Hetta var tann 1. februar ímóti VÍF í Vestmanna, ið sum nevnt er botnliðið í deildini.

Sostatt var talan um ein sonevndan 4-stig dyst, tí við sigri kundi Team Klaksvík vinna seg 2 stig longur upp frá VÍF, og øvugt kundi VÍF við sigri vinna seg 2 stig nærri Team Klaksvík og harvið minka um munin til bert 2 stig.

Tíbetur fyri Team Klaksvík vunnu teir ein sigur í Vestmanna. Endaliga úrslitið gjørdist 27-34 eftir 10-16 í hálvleikinum.

Harvið er Team Klaksvík nú er 6 stig frá niðurflyting.

Team Klaksvík var hendan dystin mannað við hesum leikarum:

Bent Hansen, 
Jón Jacobsen (9 mál), 
Steffan Kalsø (7 mál), 
Dánjal Kjærbo (6 mál), 
Jógvan Hansen (4 mál), 
Beinur Heðinsson (3 mál), 
Fríðin Ziskason (3 mál), 
Rógvi Olsen (1 mál), 
Heri Thorsteinsson (1 mál), 
Mathias Samuelsen og 
Sámal á Tjaldrafløtti Olsen.

Næsti dystur:
Team Klaksvík – Neistin
Sunnudagin kl. 18:30 í KÍ-høllini
Atgongumerkið: Kr 30,-