Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Manshondbóltur: Team Klaksvík spælir týðandi dyst sunnudagin

Norðlýsið ÍTROTTUR

Fyrstudeildarliðið hjá Team Klaksvík spælir sunnudagin kl. 18:30 eitt rættiliga týðandi botndyst í badmintonhøllni móti VÍF.

Í løtuni liggur Team Klaksvík niðast á stigatalvuni í 1. deild við 2 stigum, meðan VÍF, sum kemur á vitjan sunnudagin, liggur næstniðast við 3 stigum.

Sostatt má hesin dystur vinnast, um Team Klaksvík skal koma burtur frá aftasta plássi í deildini.

Hetta unga hondbóltsfelagið í Klaksvík hevur annars higartil klárað seg óvæntað væl.

Í sínum fyrsta kappingarári vann Team Klaksvík fyri umleið 2 árum síðan kappingina í 2. deild og flutti harvið upp í 1. deild, har felagið spældi seinasta vetur og var við í ovara enda av stigatalvuni, men tó ikki nóg ovarlaga til at hava møguleika fyri uppflyting í Atlantic Airways deildina.

Men í ár hevur ikki gingist eins væl – óivað er hetta tí, at hini feløgini nú taka Team Klaksvík í størri álvara enn higartil, og fyrstudeildarliðið fær tí nú sterkari mótstøðu enn áður, og tað sæst aftur í úrslitunum, sum higartil í kappingini ikki hava verið so góð.

Stóri vansin hjá Team Klaksvík í mun til hini feløgini er breiddin í hópinum av leikarum, har hini feløgini hava fleiri ár á baki og tí eisini hava eitt munandi størri tal av leikarum, bæði yngri og eldri, at taka av til dystirnar.

Eisini síggja vit í ár, at hini feløgini, sum Team Klaksvík møtir í 1. deild, ofta taka onkrar leikarar av liðnum, sum spælir í Atlantic Airways deildini, og brúka teir í 1. deildardystum ímóti Team Klaksvík.
Norðlýsið hevur spurt seg fyri um hetta og fingið upplýst, at einki ólógligt er í hesum, men sjálvsagt  hetta um 1. deilarliðið hjá teimum feløgunum og ger tað truplari hjá Team Klaksvík at klára seg.

Liðið liggur í løtuni niðast í 1. deild við 2 stigum, sum liðið vann í dysti ímóti oddaliðnum Kyndli.

Støðan í 1. deild er í løtuni henda, nú øll liðini hava spælt 7 dystir:

1) Kyndil      +18 mál    12 stig
2) H71         +32 mál    11 stig
3) StÍF            -2 mál      8 stig
4) Neistin     +14 mál      6 stig
5) VÍF            -24 mál     3 stig
6) Team Kl.   -38 mál      2 stig

Liðið hjá Team Klaksvík, sum venjarin, Fríðin Ziskason, hevur tikið út til hendan dystin, er hetta:

Málmenn:
Bent Hansen
Andrass Samson

Útileikarar:
Jón Jacobsen
Niclas Niclasen
Kristoffur Jakobsen
Steffan Kalsø
Rógvi Olsen
Willy Stampe
Dánjal Kjærbo
Beinur Heðinsson
Jógvan Hansen
Mathias Samuelsen
Sámal Olsen

Harleywoodpaint