Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Marglætisbátur til kvinnur

Ragnhild Ellingsgaard

Í illveðrinum í dag er stuttligt at droyma seg burtur til heitari lond, hvítar strendur og eitt glas av køldum hvítvíni. Alt hetta kanst tú fáa umborð á stuttleikabátinum, sum marglætissniðgevi úr Monaco hevur teknað til tær, sum hava nóg mikið av peningi. Her hava menn onga atgongd.

Í illveðrinum í dag er stuttligt at droyma seg burtur til heitari lond, hvítar strendur og eitt glas av køldum hvítvíni. Alt hetta kanst tú fáa umborð á stuttleikabátinum, sum marglætissniðgevi úr Monaco hevur teknað til tær kvinnurnar, sum hava nóg mikið av pengini. Her hava menn onga atgongd.

Ríkmenn kunnu halda seg til teirra leikur, tí nú er túrurin komin til kvinnurnar. Tað heldur marglætissniðgevin Lidia Bersani, sum hevur teknað stuttleikabátin, har einans kvinnur hava atgongd. Spurningurin er so, um menn yvirhøvur høvdu kent seg heima umborð á bátinum, sum mest av øllum líkist onkrum, sum er tikið úr einum Barbie-filmi. Enn eru tað bara tekningarnar frá sniðgevanum í Monaco, sum eru veruleiki. Har sæst, at báturin skal prýðast við krystalljósakrónum frá Swarovski, gullmosaikki, djóraskinni og blómum. 

Lidia hevur givið bátinum navnið La Belle, sum merkir vakurleiki. Umborð verða fleiri uppihaldsstovur, venjingarhøli, jazuzzi, spa, ein hylur við vøddamýking og eitt høli við eftirgjørdum kava. 

Tá tú ert liðug at venja ber til at seta teg inn í bókasavnið við opnum elstaði og biografi. Harumframt verður eisini møguligt at fara á barr ella út at dansa umborð.

Endaligi kostnaðurin fyri stuttliekabátin er enn ikki funnin. Men talan verður ikki um smápening, tað er heilt vist. 

– Við øllum gullprýðinum, Swarovskikrystallunum og dýrmettu steinunum verður hetta ikki ein bílig verkætlan, hevur sniðgevin sagt við Dail Mail. 

Báturin verður 80 metrar til longdar og hevur fimm dekk. Um hann varð bygdur í dag hevði hann verið millum 100 teir størstu marglætisbátarnir í heiminum, Beint nú eru tó ongar ítøkiligar ætlanir um at byggja bátin, sum annars kundi líkst einum sonnum dreymabáti hjá teimum kvinnum, sum ynskja sær eitt sindur meira enn bara tað vanliga.