Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Margreth Dalsenni skrivar: Føroysk tøl – ella?

Norðlýsið

Eg havi nú í eina tíð við áhuga lurta eftir einum ávísum tíðindamanni, sum roynir sítt besta, fyri at siga tølini á føroyskum.

Eg havi nú í eina tíð við áhuga lurta eftir einum ávísum tíðindamanni, sum roynir sítt besta, fyri at siga tølini á føroyskum. T.d. sigur hann: tríatisjey, fimtifýra, sjeytinýggju o.s.fr. Tann eina dagin, hann hevði lisið hópin av klokkutíðum og øðrum tølum, fløktist hann brádliga (og tað er væl skiljandi), og segði : Einogtredivu. Tað er so sera tungt at lurta eftir øllum hesum føroysku tølunum, so tá tíðindamaðurin er liðugur at lesa, ja so hevur tú gloymt hvat hann segði. Fyri nøkrum árum síðani mæltu málfrøðingar til, at vit skuldu fara yvir til at nevna tølini eins og hesin tíðindamaður nú roynir. Tað undrunarsama við hesum er, at hetta eru als ikki føroysk tøl. Ella eru tey? TveyTI, tríaTI, fýraTI, fimTI o s.fr. Tvey, trý, fýra og fimm eru føroysk tøl, men hvat við TI (10 )? Tað er sanniliga ikki føroyskt. Tað hevði verið áhugavert at vita, hvat málfrøðingar og onnur kunnu siga um hetta, eg her havi viðmerkt. P.S. Hevur nakar sæð ein hval við beinum? Hvar munnu øll beinini vera, sum hvalirnir løgdu frá sær í 2006?