Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Margreth Dalsenni, skrivar: Hvat er klokkan?

Norðlýsið

Er nakar, íð kann fáa greiði á, hvussu vit nú skulu siga, tá onkur spyr um klokkuna?

Seinastu vikurnar havi eg fleiri ferðir verið úti fyri, at fólk hava kjakast um, hvussu vit nevna klokkutíðirnar. Sigi eg at klokkan er tríkorter til tvey (13.45) so meini eg at hon er gingin tríkorter til tvey, meðan onnur halda tá, at hon er tríkorter í tvey, t.v.s. eitt korter yvir eitt (13.15). Sigi eg so at klokkan er eitt korter til fimm (16.15), so eru tað tey sum halda at hon er eitt korter í fimm (16.45), meðan eg meini at hon er gingin eitt korter til fimm, altso er hon kvart yvir fýra. Hvat er tað rætta? Hví siga vit :”kvart” í og ”kvart” yvir, t.d.16.45 og 17.15? Hví siga vit :”trý korter” til og ”eitt korter” yvir? Hvat er rættari at siga : ”kvart í / kvart yvir” ella ”trý korter til / eitt korter yvir? Er nakar, íð kann fáa greiði á, hvussu vit nú skulu siga, tá onkur spyr um klokkuna?