Í kvøld er eitt nýtt andlit ímillum KÍ kvinnurnar til venjing á Djúpumýru.
Margunn Lindholm er 27 ára gomul og kemur til felagið frá barndómsfelagnum NSÍ. Hon er miðvallari, er sera offensiv í sínum spælið, og hevur eisini eitt gott skot!
Hon er eisini ein partur av kvinnulandsliðshópinum, sum í heyst spælir í Nations League.
Margunn verður partur av KÍ kvinnunum frá 2024 og vit gleða okkum at síggja hana í bláum búna.
Vælkomin til felagið góða Margunn.



