Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Maria á Lakjuni útgávutiltak í Ribarhúsi leygardagin

Danial Viðoy

TÍÐINDASKRIV: Fyri góðari viku síðani kom nýggj fløga á marknaðin, ið er nevnd “Tá eg hugsi um teg”. Tað er 15 ára gamla fuglfjarðargentan Maria á Lakjuni, sum hevur givið út saman við pápa sínum, Eyðun.

Á fløguni eru 10 sangir, sum allir eru uppruna føroyskir – og flestallir teirra eru eisini spildurnýggir. Niclas Johannesen hevur produserað og spælir eisini sjálvur bæði guitar og keyboard á útgávuni, og tað er Óli Poulsen, sum hevur mixað og mastrað, og harafturat spælir hann eisini bass.

Leygardagin kl. 16 fer Maria at hava ókeypis útgávutiltak í Ribarhúsi í Fuglafirði, har høvi verður at ogna sær eina signeraða fløgu.

Teir báðir brøðurnir og systkinabørnini hjá Mariu, Rógvi Odvørson og Bárður á Lakjuni, fara eisini eisini at framføra á tiltakinum.

Byrjað verður sum sagt kl. 16, og eisini verður ein kaffidussur við onkrum søtum afturvið at fáa.