Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Maria Damanaki sær ikki ein einasta stert á Føroya vitjanini

John William Joensen

Einans ein lítil tími er avsettur har ES kommiserurin við ein frokost á Hafnia hittir umboð fyri føroysku vinnuna. ES kommiserurin í fiskivinnumálum verður leidd millum húsini í Havn og vitjar listaframsýningar umframt at hon fær føroyska mentan úr Kirkjubø. Eingin tíð er til fiskivinnuna og landsstýrið hevur syrgt fyri at hon als ikki upplivir hvussu tengt føroyska samfelagið er at fiskivinnuni.

Vitjanin hjá ES kommiserinum er pakka inn í mentan og kultur har hon meginpartin av tíðini fer at ganga pynta, í høghælaðum skóm – ístaðin fyri gummistyvlum og fiskalukt. Hon sær ongan stert á Føroya vitjanini men vitjar í minstalagið tveir forntíðar bóndagarðar.

Tað ljóðar at borgarstjórin í Havn skal verða guid tá hon fer at shoppa í miðbýum í havn.

Meðan ES kommiserurin fer shoppingtúr í Havn sita sølufólk hjá pelagisku vinnuni úti um landið og stríðast fyri at avseta fyltu frystu goymsurnar uttan um ísakalda handilsbanni hjá frú Damanaki.

Ein roynd var annars gjørd at fáa landsstýrið at skipað fyri einum almennum fundi um fiskivinnupolitikkin hjá ES men hetta vóru ikki stundir til var svarið frá Landsstýrinum.

SKRÁIN

Maria Damanaki lendur í Vágunum kl 13:50 har Jacob Vestergaard tekur ímóti.

Mikudagin

Kl 14:10 verður vitjað í gamla bóndahúsinum í Kávalíð.

Kl. 14:35 Síðani verður fundast í hølunum hjá Sjóvinnustýrinum.

Kl. 16:30 Hittir Maria Damanaki Føroya Løgmann í tinganesi.

Kl. 17:00 verður vitjað á “Steinprent” í Havn.

Kl. 17:35 Verður hon á Hotel Føroyar

Kl. 19:00 – 23:00 Verður Vestergaard vertur fyri ein døgurða í Kirkjubø fyri kommiserinum og innbodnum gestum.

Hósdagin

09:15 ES kommiserurin vitjar Føroya Løgting har hon fundast við Uttanlandanevndina

10:10 Verður fundur í Tinganesi og síðani ein tíðindafundur

11:20 Verður ein gongutúrur fyriskipaður í miðbýnum Tórshavn.

12:30 er ein tími avsettur til ein døgurða saman við umboðum fyri føroysku pelagisku vinnuna.

13:45 (Sideseeing) verður farið umborð á Brimil og silgt til gomlurætt um veðrið er gott.

14:45 Verður fráferð á Vágar Airport

SÍ SKRÁ HER

Harleywoodpaint