Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Maria Mørkøre hevur listaframsýning í Nólsoyar Pálls Gøtu

Oliver Joensen

Í bygninginum hjá Karl Nielsen, har Sosialurin heldur til í Nólsoyar Pálls Gøtu, hevur Maria Mørkøre listaframsýning.

Vit vitjaðu inn á gólvið við myndatóli okkara. Málningarnir, sum eru 23 í tali eru oljumálningar við motivum frá ymiskum landsløgum og uppstillingum.
Maria Mørkøre er 35 ára gomul og hevur í tvey ár verið á listaskúla í Danmark.
Uppá fyrispurning okkara um til ber at liva av listini í Føroyum, sigur Maria, at tað sjálvandi veldst um so nógv. Eg havi roynt nú í eina tíð at havt høvuðsinntøkuna úr listini, men tað er strævið og tú mást gera nógv við tað um til skal bera at hava eina nøkunlunda inntøku.
Men eg trúgvi, at um eg legði meg eftir at hava fleiri framsýningar, so hevði borið til.
Annars er tað sum vera man sera umskiftandi við huginum at mála. Til tíðir hevur ein hug at leggja alt á hyllina og geva skarvin yvir, men í hvussu er hjá mær, havi eg altíð aftur fingið hug at mála, so fyribils í hvussu er ætli eg mær at fáast við málningalistina.
Framsýningin hjá Mariu Mørkøre er opin hvønn dag frá kl. 8.30 á morgni til 17.30 á kvøldi. Sunnudagin verður opið frá 16 til 20.00. Mánadagin er opið frá 9.30 til 17.30 og jólaaftan er stongt.