Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Marianna og Jóhan vitja Norðlýsið í dag

Jóhann Lützen

Marianna Winther Nagata, samskipari av tónleikatiltakinum FMA og Jóhan Christiansen, fiski- og samferðslumálaráðharrin verða í “Komið øll við” sendingini hjá Norðlýsinum í dag

 

Vit tosa við Mariannu um FMA, sum verður í Varpinum í annaðkvøld. Vit tosa við Jóhan um m.a. hvat hann heldur um sjófeingislógina og nýggju ferjurnar á kalsoyar- og fugloy/svínoyarleiðini

Send inn ein sms á 756565 við spurningum/viðmerkingum og ver við kapping um ein kassa frá Føroya Bjór. 

Sendingin er frá kl. 13 til kl. 15 og kann hoyrast við at trýsta á “Live” knøttin ovast her á síðuni til høgru ella við at lurta við á FM 98,7

Kristian Joensen er vertur.