Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Marine Harvest besta úrslit nakrantíð

Tíðindaskriv

Roknskapurin fyri 2016, sum varð góðkendur á aðalfundinum, vísti eitt avlop áðrenn skatt á 256 mió. kr. Hetta er besta úrslitið, sum felagið hevur havt, síðani tað var stovnað. Eginognin hjá felagnum er nú 490 mió. kr

Roknskapurin fyri 2016, sum varð góðkendur á aðalfundinum, vísti eitt avlop áðrenn skatt á 256 mió. kr. Hetta er besta úrslitið, sum felagið hevur havt, síðani tað var stovnað. Eginognin hjá felagnum er nú 490 mió. kr

Marine Harvest Faroes hevði ársaðalfund fríggjadagin 21. apríl.

Fyri roknskaparárið 2016 rindar Marine Harvest 47 mió. kr. í skatt, umframt at felagið hevur goldið kryvjigjald á 24 mió. kr. Tilsamans er skatturin 71 mió. kr fyri 2016.

Tøki peningurin hjá felagnum er 287 mió. kr. Tøkunøgdin var 10.893 tons.

Marine Harvest hevur í 2016 gjørt íløgu fyri 100 mió. kr. í størri smoltstøð á Hellunum, har møguligt verður at framleiða 700 gram smolt. Støðin verður tikin í nýtslu í juli í ár.

Felagið hevur 2 økir at ala á. Annað er á Oyndarfirði og hitt í Sundalagnum Norður. Umframt tað hevur felagið arbeitt við at ment aliøkið á Sandsvág. Laksur var settur í tveir ringar í fjør, men royndin miseydnaðist í illveðrinum á jólum, tí laksurin ikki toldi áhaldandi høga aldu og hart rák.

Felagið hevur avgjørt at fara í gongd at ala aftur á Sandsvág og verður gjørt klárt til tað í summar. Ætlanin er at seta 1 kgs fisk út í tveir ringar í mars í 2018.