Stór undirtøka er á Føroya Løgtingi fyri at savna allar maritimar útbúgvingar í Klaksvík.
Tað kom fram undir viðgerðini av óavsøkurøðu løgmans. Samgongan hevur eisini sett sær fyri at loysa hølistrupulleikarnar hjá Trygdarmiðstøðini. Verða hesar ætlanir veruleiki, fæst eitt mennandi lestrarumhvørvi í Norðoyggjum burturúr, og tað er neyðugt fyri aftur at skapa vøkstur í økinum.
Maritimu útbúgvingarnar til Klaksvíkar
Við at flyta maritimu útbúgvingarnar til Klaksvíkar afturat verandi útbúgvingarmøguleikum í økinum, fæst eitt mennandi lestrarumhvørvi burturúr. Hetta er neyðugt fyri at menna og varðveita Norðoyggjar, sum “kraftsentur” uttanfyri høvuðstaðin. Fiskivinnan fer ivaleyst frameftir at vera drívmegin í økinum her norðuri, men neyðugt er við fleiri møguleikum, serliga á útbúgvingarøkinum, um komandi ættarlið skulu støðast og vera við til aftur at skapa vøkstur og framburð.
Við at flyta Vinnuháskúlan úr Havnini gerst eisini meira upplagt at menna Fróðskaparsetrið og granskingarumhvørvið í høvuðsstaðnum og fer tað at verða øllum landinum til frama.
Tað er tí ikki rætt, tá ført verður fram, at politikarar søkja at Havnini, tá tosað verður um at skipa maritimu útbúgvingarnar í Klaksvík. Tvørturímóti eigur hetta at verða sæð, sum ein roynd at lyfta landið alt á eitt hægri stig á útbúgvingar- og granskingarøkinum. Stórur tørvur er á betri hølisumstøðum bæði hjá Fróðskaparsetrinum og innan gransking í Føroyum. Bygningarnir hjá Vinnuháskúlanum eru upplagdir til hesi endamál.
Tróndheimur í Noreg, Akureyri í Íslandi og Oulu í Finnlandi eru dømi um júst tað sama. Lærdir háskúlar og hátøknilig framleiðsla verða raðfest, fyri at skapa “kraftsentur” uttanfyri høvuðstaðarøkini, sum kunnu geva høvuðsstaðarøkinum samstarvsmøguleikar, mótspæl og kapping øllum landinum til frama.
Undirtøka á Føroya Løgtingi
Stór undirtøka er á Føroya Løgtingi fyri at savna maritimu útbúgvingarnar í Klaksvík. Tað kom fram undir viðgerðini av ólavsøkurøðu løgmans. Tí eigur landsstýrið at smíða, meðan jarnið er heitt, taka politisku avgerðina, fara undir at fyrireika ætlanina og síðan seta hana í verk alt fyri eitt.
Komið er eisini fram, at ætlanir liggja í Mentamálaráðnum um at byggja nýggjan Vinnuháskúla, eftir at nautisku og maskinútbúgvingarnar vóru lagdar saman. Tí skuldi verið lag á manni at farið undir at bygt nýggjan Vinnuháskúka í Klaksvík. Ein slík byggiverkætlan hevði eisini verið rættiliga arbeiðsskapandi í økinum, nú fiskivinnan so at siga er steðgað upp og talið av arbeiðsleysum er munandi økt.
Seinnu árini er nógv gjørt við at útbyggja samferðslunetið við ferjum, vegum, brúm og tunnlum. Hesar útbyggingar hava verið neyðugar, men tað er umráðandi, at tær ikki einans eggja til einvegis ferðslu. Tí er neyðugt, at almenni myndugleikin eisini hugsar geografiskt við at spjaða alment virksemi um alt landið.
Nýggja Trygdarmiðstøð í Klaksvík partur av maritima umhvørvinum
Undanfarna ABC-samgonga var komin langt áleiðis við fyrireikingunum til tess at fara undir at byggja nýggja Trygdarmiðstøð í Klaksvík. Peningur var eisini settur av til endamálið. Ætlanin varð tó fullkomuliga slept, tá CHE-samgongan tók við. Sitandi ABC-samgonga hevur aftur sett málið á dagsskrá og hevur í samgonguskjalinum ásett, at: “Hølistrupulleikarnir hjá Trygdarmiðstøðini verða loystir”. Eisini í álitinum til fíggjarlógina fyri 2009 verður mælt til at: “fyrireikingarnar at byggja nýggja trygdarmiðstøð í Klaksvík eiga at halda fram”.
Nú landsstýrið aftur arbeiðir við at gera tillagingar í samband við íløguætlanina, og í tí sambandi fer at leggja fram eykajáttanarlóg fyri Løgtingið í heyst, eigur spurningurin um Trygdarmiðstøðina at verða tikin við og loystur.
Fari av somu orsøk at mæla landsstýrismonnunum í fiskivinnu- og fíggjarmálum til at laga tillagingarnar á íløguætlanini soleiðis at farast kann undir at byggja nýggja Trygdarmiðstøð alt fyri eitt, ella í øðrum lagi, at hóskandi høli verða keypt í Klaksvík, og sum verða umbygd til endamálið.
Ein nýggj trygdarmiðstøð kann soleiðis gerast fyrsta stigið í arbeiðnum at skapa eitt fjølbroytt lestrarumhvørvi í Norðoyggjum, har maritimi parturin og tilknýtið til sjógvin verður berandi, men har aðrar útbúgvingar innan onnur øki eisini gerast partur.
Bjørn Kalsø,
løgtingsmaður




