Fíggjarstøðan í Íslandi gjørdi at formaðurin í altjóða felagsskapinum fyri veitarar av trygdarskeiðum (IASST) valdi ikki at luttaka og tí var tað næstformaðurin, leiðarin á Trygdarmiðstøðini í Klaksvík sum stjørnaði ársfundinum
Trygdarmiðstøðin í Klaksvík hevur verið limur í IASST síðan 2000 og fyri tveimum árum síðan var Marius Magnusson valdur til næstformann í kapping við umboð úr Frankarríki.
Formaðurin, Hilmar Snorrasson, úr íslandi boðaði frá at vegna fíggjarstøðuna í Íslandi var ikki gjørligt at luttaka á ársfundinum og tí var tað næstformaðurin, sum tók við leiðsluni.
Í ár var fundurin í Perth á vestursíðuni á Australia har 22 tjóðir vóru umboðaðar.
– Eg eri sera fegin um at vit í ár fingu Japan sum lim, tí felagsskapurin hevur fyri størsta partin verið umboðaður av evropearum, USA og Miðeystri. Okkum tørva umboðan úr fjareystri og latínamerika.
– Á fundinum var nógv tosað um at seta fólk í starv á skrivstovu í London har flestu altjóða felagsskapir hava umboðsfólk og m.a. IMO hevur høvuðsstøð.




