Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Marius Olsen í Leikalund

Oliver Joensen

Ímorgin fríggjadagin, letur sera spennandi listaframsýning upp í Leikalund við Mariusi Olsen.

 
Fríggjadagin 3. mars, letur spennandi listaframsýning við Mariusi Olsen upp, í Leikalund.
Marius Olsen er føddur í 1963 í Havn, og arbeiðir hann bert við grafiskari tøkni. Menniskjað er miðdepilin í list hansara, serstakliga ger hann nógvar sjálvsmyndir. Hann er ógvuliga eksperimenterandi í síni list, og setir ymiska tøkni saman, so sum silkiprent og etjing. Hann fær fram sjáldsamar myndir og ein sermerktan poesi fram, ið bert kunnu síggjast í góðum ljósið. Í ávísum samanhangum viðger Marius náttúruna og landslagið einsamøll, men aloftast við dramatiskum temaum.
Fernisering verður kl 16.00, og øll eru hjartaliga vælkomin.
 
Leikalund hevur soleiðis opið:
Mánadag-fríggjadag: 10.00-23.00
Leygardag: 10.00-13.00 og 19.00-23.00Sunnudag: 19.00-23.00

Harleyfacadeacryl