Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Marjun á Høvdanum: Eg sat einsamøll í skriðuni á Leitinum

John William Joensen

Marjun á Høvdanum, var á veg til hús beint sum skriðan leyp og rendi seg fastan

Viðingar eru so vanir við vegin inn í sund, verður sagt, men eftir skriðulopini í dag, er væl øllum greitt at vegurin er lívshættisligir.

Rendi seg fastan
25 ára gamla Marjun á Høvdanum, sum dagliga starvast í dagstovninum, Sodnhúsinum, í Klaksvík koyrir dagliga eftir vegnum um Leitið, men heimtúrurin í morgun fer hon og foreldur hennara nokk ongantíð at gloyma.
– Tað oysti niður, ja tað kendist sum stóð onkur og spulaði inn á forrútin, greiður Marjun frá.
– Skal seg siga sum er so minnist eg ikki heilt greitt tað sum fór fram, men sum eg eri komin niðan á Leiti føli eg smásteinar undir bilinum og royni at bremsa.
– Bilurin glíður og eg endaði í einari grótrúgvu sum gongur tvørtur um vegin.
– Eg royndi at bakka bilin leysan men tað bar ikki til. Eg sá hvussu vatni floymdi oman móti bilinum og eisini hoyrdi eg smásteinar rulla mót bilinum.
– Eg má viðganga at eg fór eitt sindur í panikk og royndi at ringja til hús.
– Men tað gekk ein løta áðrenn nakar svaraði og henda løtan kendist sera long.
– Eg fekk fatur á pápa og segði hvar eg var.
– Síðani var bara eitt at gera og tað var at bíða og tað løtuna sum tað tók hjá pápa at koyra av Viðareiðis kendist sera long og tankarnir flugu gjøgnum høvdið.
– Tá hann so kom  fram skundaði eg mær gjøgnum skriðuna og inn í bilin. Vit noyddust eisini at skunda okkum heim, tí allastaðir har vit koyrdu sóu vit steinar og smágrót sum bóru boð um at aðrar skriðjur vóru á veg.
 
Má aftur um Leitið
Spurd um hon aftur fer at koyra eftir Viðareiðisvegnum, sigur hon at tað noyðist hon.- Eg arbeiði inni í Klaksvík og tí havi eg einki væl, men eg má siga sum er at tað kennist ikki væl at skula koyra eftir hesum lívshættisliga vegi.