– Eg haldi at Jákup Reinert Hansen er tann av okkum fimm, sum er best útbúgvin til at vera bispur.
Marjun Bæk, heldur at valstríði var áhugavert.
– Eg haldi tó, at ov nógv fokus var sett á sokallaðar stríðsspurningar ístaðin fyri tað, sum beinleiðis hevur við arbeiði hjá okkum prestum at gera.
– Men samanumtikið haldi eg at orðaskiftið var áhugavert.
– Mín meining er tann at Jákup Reinert Hansen er tann av okkum fimm, sum er best útbúgvin til at vera bispur og tí farið eg at stuðla honum, sigur Marjun Bæk í stuttari viðmerking.




