Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Marjun Kalsø fekk ÁRSINS RÓSU 2013

Oliver Joensen

Ongantíð áður, hevur nevndin, ið avgerð hvør skal fáa Ársins Rósu, fingið so nógvar áheitanir við uppskotum um evni til heiðurin.

Hóast nógv uppskot, var nevndin púra samd um at í ár skuldi tað vera Marjun Kalsø.

Í heiðursrøðu síni ídag, segði borgarstjórin millum annað, soleiðis um Marjun Kalsø:

Gott kvøld, øll somul!

Her á tollaksmessudegi er løtan komin at kjósa og heiðra ársins rósu. Ársins rósa verður latin onkrum í okkara lokalsamfelagi, sum avrikar nakað serligt til frama fyri fólk og samfelag einari eldsál, sum tað ofta verið nevnt.

Í ár verður Ársins rósa latin einum persóni, sum sær møguleikar fram um forðingarnar, sum hevur eitt jaligt sinni, og sum gjøgnum nógv ár hevur tikið eitt stórt og støðugt tak í felagsskapi.

Hetta er ein persónur, sum altíð er til reiðar at taka fatt, sum hevur hug og vilja til at broyta seg og sítt umhvørvi, sum hugsar nýggjar tankar, og sum vil arbeiða miðvíst fyri einum máli. Tykjast avbjóðingarnar stórar, ja, so er bert eitt at gera, og tað er at taka avbjóðingarnar á seg. Har onnur fólk helst høvdu stúrt fyri uppgávuni ella framtíðini, kann hesin persónurin við einum jaligum sinni og áhaldandi avriki bæði ganga undan og saman við teimum,viðkomandi er í felagsskapi við.

Persónurin, vit skulu heiðra í kvøld, hevur luttikið í ítrótti síðani barnaárini og ger tað framvegis. Men umframt at verða virkin í leiki, hevur viðkomandi altíð verið til reiðar at taka ábygd uttan fyri leikvøllin. Tá ið vit onnur fegnast um góð avrik og sigrar, hugsa vit ikki altíð um tað stóra og

miðvísa arbeiðið, sum liggur aftan fyri ein ítróttarsigur ella framgongd. Óteljandi venjingartímar, nógvar leiðbeiningar, góð ráð, mentalur stuðul og upplyftandi orð og gerðir. Og hóast ítróttur bæði snýr seg um kapping á hægsta stigi og um sosialt virksemi, ber saktans til at samantvinna vinnaravilja og vinarlag. Viðkomandi hevur ongantíð gloymt einstaka menniskjað, samanhaldið ella vinskapin burtur í kappingarandanum. Tí tað ber sanniliga til at avrika nakað stórt og gott, og samstundis hava ein fevnandi og jaligan hugburð í arbeiðnum.

Ársins rósa 2013 er ítróttarleikari, sum í meira enn 30 ár eisini hevur vant børn og vaksin og hevur luttikið aktivt í nevndararbeiði og fyriskipan. Hetta er ein av teimum, sum er við til at gera okkara lokalsamfelag betur, sum spreiðir jaligan hugburð og mót í sínum umhvørvi, og sum eggjar ungum til at taka ábyrgd og at arbeiða fyri sínum málum og dreymum.

Hetta er eitt fólk, sum dugir kynstrið at ganga saman við teimum, hon er í felagsskapi við, men samstundis at ganga undan og slóða fyri.

Ársins rósa 2013 er Marjun Kalsø.