Í gjár, sunnudagin, leikti føroyska flogbóltslandsliðið hjá kvinnunum ímóti Lichtenstein og tapti tepurt. Við hesum dystinum leikti Marjun sín landsdyst nr. 100.
Tað verður helst leingi til metið hjá Marjun verður sligið. Tað eru ikki so ógvuliga nógvir landsdystir í flogbólti um árið, helst umleið einir 5 í gjøgnumsnit, so eftir hesum at døma hevur Marjun verið í fremstu røð í føroyskum flogbólti í umleið 20 ár.
Tað var eitt sindur hugstoytt hjá føroyska liðinum at tapa í gjár, tí hetta hevði við sær at okkara landslið ikki kom víðari í kappingini. Í kvøld kl. 19 skulu tær aftur í dyst, hesaferð ímóti Luxembourg.




