“I anledning af Deres krondiamantbryllup sender jeg min hjertelige lykkeønskning”. Brævið er undirskrivað; “Margrethe”
“I anledning af Deres krondiamantbryllup sender jeg min hjertelige lykkeønskning”. Brævið er undirskrivað; “Margrethe”
Marjun og Karl Martin Klein, búgva í Heiminum við Vágna, og skipað varð fyri eini hugnaligari samkomu fyri tey nærmastu og búfólkini á deildini.
Merry Hansen, leiðari fyri Heimið við Vágna, handaði krúndiamantbrúðarparinum brævið frá Drotningini. Heilsanir frá Drotningini verða ongantíð send við posti, men altíð við eini sendiboði.
Í hesum føri var tað ein føroyskur dómari, sum varð staddur í Kongshúsinum tá heilsanin var send.
Willy Klein Feilberg, sum er abba og ommusonur krúndiamantbrúðarparið, hevði spurgt kongshúsið um tey kundu senda brúðarparinum eina heilsan. Tað er ikki vanligt at Drotningin sendir heilsan til Føroya uttan so at ein áheitan kemur úr Føroyum.




