Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Marknaðardagur í Emmaus 25. mars kl. 10

Jóhann Lützen

Leygardagin 25. mars verður marknaðardagur i Emmaus. Byrjað verður við andakt kl. 10, og síðan verður ymiskt á skránni.

 

 

 M.a. verður:

–        mat- og køkutombola

–        eydnuhjól

–        søla av kjálkum

–        fløskuinnsavnan

–        søla av heimagjørdum lutum

Eisini verður møguleiki at keypa kaffi og okkurt søtt afturvið.

Peningurin, sum kemur inn, fer óskerdur til ávikavist neyðstødd í Ukraina og til missiónsfelagsskapin “Tæn Afrika”.

Peningurin, sum fer til Ukraina, fer umvegis norska Bíbliufelagið, sum veitir neyðhjálp og kristiligt tilfar til neyðstødd í Ukraina.

Peningurin, sum fer til missiónsfelagsskapin “Tæn Afrika”, fer til ein barnagarð í Addis Ababa í Etiopia, har bæði børn og einligar mammur fáa hjálp til ein betri og tryggari gerandisdag.

Um tú ynskir at lata onkran lut til tiltakið, ert tú vælkomin at seta teg i samband við Birnu Arge Joensen á telefon 255731. Fríggjadagin 24. mars kl. 18 taka vit ímóti lutum til mat- og køkutombola.

 

Øll eru hjartaliga vælkomin til tiltakið.

 

 

Harleyfacadeacryl