Leygardagin 9. mars verður marknaðardagur i Emmaus. Byrjað verður við andakt kl. 10, og síðan verður ymiskt á skránni.
M.a. verður:
– mat- og køkutombola
– eydnuhjól
– fløskuinnsavnan
– søla av heimagjørdum lutum
Eisini verður møguleiki at keypa kaffi og okkurt søtt afturvið.
Peningurin, sum kemur inn, fer til arbeiðið í Emmaus.
Um tú ynskir at lata onkran lut til tiltakið, ert tú vælkomin at seta teg i samband við Birnu Arge Joensen á telefon 255731. Fríggjadagin 8. mars kl. 18 taka vit ímóti lutum til mat- og køkutombola.
Øll eru hjartaliga vælkomin til tiltakið.




