Í dag skal klaksvíkingurin Martin Johannesen luttaka í altjóða kapping í RaceRunning.
Í dag skal klaksvíkingurin Martin Johannesen luttaka í altjóða kapping í RaceRunning.
Martin Johannesen er í Danmark og hann greiddi soleiðis frá fyrr í dag um, hvat RaceRunning er fyri nakað.
– RaceRunning er ítróttur á trýhjóladari súkklu, sum ikki hevur pedalir. T.v.s. at tú mást brúka beinini fyri at koma nakran veg. Hetta er mátin hjá nógvum spastikarum at renna uppá, og tað fyrigongur á rennibreyt akkurát sum við vanligari renning, sigur Martin Johannesen við Norðlýsið.
Seinni í dag skal Martin kappast í kapping í Danmark.
– Í dag skal eg kappast í 100 metrar innleiðandi, og nái eg finaluna, skal eg renna 100 metra finalu í morgin. Vit vera 4, sum renna 100 m heati í tí heatinum eg skal kappast í. Tveir svenskarar 1 portugisi og eg. Eg kappist í RR2 bólkinum sum eg eri klassificeradur í. Man er bólkaður upp eftir hvussu sverheitsgradin av brekinum er. Lægsti bólkur er RR1 og besti er RR4. Eg eri sum sagt í RR2 bólkinum. Eg kappist eisini í 60 m, og har verdur bæði innleiðandi umfar og finala leygardagin, sigur Martin Johannesen.
Martin greiðir frá, at við í ferðalagnum er Hans Eiler Hammer sum venjari/hjálparfólk. Men annars hevur Magnus Pauli Glerfoss staðið fyri venjingini í Føroyum, men hann kundi ikki koma við til kappingina og tí kom Hans Eiler, sum eisini er mammubeiggi Martin, í hansara stað. Martin leggur afturat, at at stuðulin hevur sera nógv at siga.
– Annars ynski eg at takka fyri tann fantastiska stuðulin eg fái úr Føroyum. Tað er rørandi at síggja allar heilsanir og viðmerkingarnar á facebook. Tað ger meg stoltan at vera føroying og ikki minst Klaksvíking. Stuðulin úr heimbýnum er fantastiskur, sigur Martin at enda úr Danmark.
Kappingin er á Frederiksberg stadion, og eg skal renna kl. 16.55 t.v.s. 15.55 føroyska tíð.
Tad ber til at fylgja vid á www.racerunning.dk
Norðlýsið fylgir við gongdini hjá Martin í kappingini í Danmark.




