Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Martin Tausen til 07Vestur

Jákup Ósá

So var tað alment, at TB missur ein av sínum týðandi leikarum.

Norðlýsið skirvaði fyrr í vikuni, at TB til komandi ár fór at missa Martin Tausen, sum væntandi skifti til 07Vestur. (les meir um tað her)
Og nú váttar 07Vestur, at felagið hevur gjørt sáttmála við leikaran, sum í TB hevur verið millum føstu leikararnar í uppstillingini í fleiri ár. Sostatt verður leikarin at síggja í næstbestu deildini komandi ár, har 07Vestur helst ætlar at leggja nógv fyri at koma upp í bestu deildina. 
07Vestur endaði á 3. plássi seinasta kappingarár.