Klaksvíkingur hevur imponerað Martin Venned, kappróðrarserfrøðing, undir venjing seinastu dagarnar eins og á Norðoyastevnu.
Klaksvíkingur hevur imponerað Martin Venned, kappróðrarserfrøðing, undir venjing seinastu dagarnar eins og á Norðoyastevnu. Men hann heldur eisini, at Ormurin Langi hevur fingið ein stóran styrk umborð til hesa stevnuna. – Er tað nakað sum kann venda gongdini hjá Orminum Langa, so er tað Heini Hátún. Men eg vænti ikki tað verður longu leygardagin, sigur Martin Venned.
Á Norðoyastevnu vann Klaksvíkingur í stórum stíli. Hálvonnur bátslongd var aftur til næstu bátarnar, har Drekin Reyði vann kappingina um 2. plássið frammanfyri Ormin Langa, meðan Havnarbáturin endaði aftast.
Klaksvíkingur livdi upp til høgu vónirnar
Martin Venned er í ár venjari hjá ÍF kappróðri. Klaksvíkingurin hevur róð við Klaksvíkingi í fleiri ár og fylgir við við kappingini hjá 10-mannaførum. Hann heldur, at úrslitið á Norðoyastevnu var væntað.
– Úrslitið á Norðoyastevnu var júst sum eg hevði væntað og vónað. Kanska ikki júst raðfylgjuna, men eg visti, at Klaksvíkingur róði øgiliga væl. Eg visti eisini, at Ormurin róði væl, men hann blívur nokk betri út á árið. So tað blívur nokk tættari, sigur Martin Venned við Norðlýsið.
Klaksvíkingur mest sannførandi undir venjing
Martin Venned hevur m.a. verið í Hósvík og vant við sínum manningum í Fuglafirði, og har hevur hann eisini sæð aðrar bátar. Tað er Klaksvíkingur, sum hevur sæð mest sannførandi út, heldur hann.
– Klaksvíkingur koyrir betri síðani Norðoyastevnu. Eg havi sæð hann vant síðani Norðoyastevnu og tá helt eg, at hann gekk øgiliga væl. Bæði Klaksvíkingur og Ormurin Langi blíva betri gjøgnum árið, og tað haldi eg meg síggja longu nú, at Klaksvíkingur er blivin betri. Ormurin Langi hevur skift fólk eisini sá eg. Har situr Heini Hátún nú á toftini. So nú líkist tað nógv gamla Klaksvíkingi hjá teimum. Nú sá eg teir venja í dag og tá helt eg ikki, tað var nakað at reypa av. So eg vænti ikki, at teir vinna hesaferð, men tað blívur tættari. Drekin Reyði gekk gott í vikuni, sigur Martin Venned.
Ormurin Langi verður góður – men kanska ov seint
Martin Venned leggur dent á, at royndu rógvararnir umborð á Orminum Langa vera betri og betri, men spurningurin er, um teir klára framum Klaksvíking og um so er, um tað verður áðrenn FM er farið.
– At tað eru tríggjar vikur ímillum hesar stevnurnar kann broyta nakað, men ikki nógv. Manningarnar eru væl fyri og hava vant leingi. So tað er fín pussing og um ein maður skal skiftast, so hevur hann tríggjar vikur at koma fyri seg í. So eg vænti ikki nakra stóra broyting til hesa stevnuna. Men tak t.d. okkum umborð á gamla Klaksvíkingi fyri nøkrum árum síðani, so vóru vit ofta ikki so væl fyri á Norðoyastevnu, men blivu betri. Men t.d. Eysturoyingur var ofta øgiliga væl fyri á Norðoyastevnu, men so hendi ikki so nógv meir víðari. Summir bátar byrja seinni at venja og toppa seint. So tað veldst eitt sindur um, hvat ein hevur gjørt gjøgnum veturin. Hjá 10-mannaførunum vænti eg ikki, at Drekin Reyði og Havnarbáturin fara at blíva so nógv betri. Men Ormurin Langi fer at blíva betri, men hvussu nógv betri og um hann fær Klaksvíking aftur er trupult at meta um. Tí Klaksvíkingur blívur eisini betri og rør øgiliga væl haldi eg sjálvur. Man skal rógva væl fyri at klára teir. Eg vænti ikki, at Ormurin Langi klárar tað hesa stevnuna og so er spurningurin, um hann klárar tað triðju ella fjórðu stevnu. Hjá Orminum Langa má tað helst vera á triðju stevnu, tí annars er FM farið, tí teir endaðu nummar 3 á Norðoyastevnu. Og tá kemur trýst á. Tá Klaksvíkingur t.d. í 2009 tapti báðar tær fyrstu stevnurnar, tá var næstan kreppa, tá tá mást tú vinna næstu ferð. Ormurin Langi hevur fyrimunin við nógvum royndum. Tí eru teir ikki so skjótir at fara í panikk. Men tapa teir t.d. aftur hesaferð, hvat gera teir so, tí tá er bara ein vika til næstu stevnu. Heini er komin umborð og vit vita, hvat hann stendur fyri. Hann er fantastiska góður og kann lyfta hinar upp á eitt hægri støði eisini. Hann er kanska besti maðurin umborð. Hann hevur royndir og hevur roynt fleiri ferðir fyrr at komið umborð á ein bát at vent einari gongd. So um nakar kann venda tí, so er tað hann, sigur Martin.
Klaksvíkingur vinnur greitt
Skal man trúgva Martin Venned, sum hevur sæð fleiri venjingar hjá flestu 10-mannaførunum uppundir hesa stevnuna, so verður eingin spenningur um fyrsta plássið.
– Eg trúgvi, at Klaksvíkingur verður drúgvastur aftur hesaferð. Síðani koma Drekin Reyði og Ormurin Langi at kappast um 2. plássið. Meðan tað skal nokkso nógv til hjá Havnarbátinum at koma longur fram, so honum rokni eg ikki við. Klaksvíkingur vinnur, tað ivist eg ikki í, tí teir eru eina tonn betri enn á Norðoyastevnu. Og so vænti eg at kappingin verður um 2. plássið og hana vinnur Drekin Reyði, men tað kann eisini blíva Ormurin Langi. Tað sigur mín kensla eftir at hava sæð bátarnar seinastu dagarnar, sigur Martin Venned.
Kappróðurin á Sundalagsstevnu verður í Hósvík leygardagin.




