Everton venjarin heldur, at enska fótbóltssambandið má hyggja eftir trupulleikanum við, at dómarar í Premier League lata seg ávirka av, at leikararnir leggja trýst á fyri at fáa fyrimun av dømingini.
Everton venjarin heldur, at enska fótbóltssambandið má hyggja eftir trupulleikanum við, at dómarar í Premier League lata seg ávirka av, at leikararnir leggja trýst á fyri at fáa fyrimun av dømingini.
Tað er eftir, at Everton leikarin Gareth Barry fekk reytt kort í dystinum í gjár móti Chelsea, at Martinez hevur lagt upp til kjak. Hann heldur, at Chelsea leikararnir løgdu trýst á dómaran.
– At hann gevur Barry seinna gula kortið vegna ”reaktiónirnar’ hjá Chelsea leikarunum er eitt vónbrot. Vit vilja ikki trúgva, at avgerðir vera tiknar vegna tað, at leikarar ávirka dómaran, men tað er nakað, sum vit áhaldandi síggja. Hetta átti fótbóltssambandið at hugt eftir, sigur Roberto Martinez við BBC.




