Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Maru Seafood missir fleiri milliónir krónur um vikuna

John William Joensen

– Vit hava 8 skip og trý virki við umleið 350 fólkum sum liggja still, sigur stjórin í Maru Seafood, Jóhan Páll Joensen.

– Afturat hesum kemur at árið í fjør hevur roynst sera illa einamest av vánaligum fiskiskapið og tekniskum trupuleikum, sum skip okkara hava havt.

– Tá vit so eisini taka við at besta tíðin á árinum hjá skipum og virkum er seinasti ársfjóðringur og fyrsti ársfjóðringur – so rakar verkfalli sera meint.

– Eisini eru páskini sera tíðliga í ár og merkir hetta at saltfiskurin sum skal avskipast til páskahátíðina skal arbeiðast í januar og februar mánaða.

– Vandi er fyri at hesin týðandi parturin av útflutninginum fellur fyri bakka í ár – um so er at arbeiðssteðgurin verður drúgvur.

– Sum støðan er í løtuni missir Maru Seafood milliónir av krónum hvørja viku verkfallið stendur við og tí er støðan hjá baði skipum og virkjum sera hættislig.