Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

M”as Blues Band á ferð

John William Joensen

“Babu her babu der Emma er á ferð” rungar í hesum døgum runt um í skúlunum kring Føroyar.

Tað er luftguitaristurin Eyðstein og poppdrotningin Emma og teirra tónleikarar, ið undirhalda skúlaungdóminum. Eisini er ein fløga og ein blaðútgáva á veg.Vit hava stigtakaran til alla  M”as Blues Band ætlanina Jóannes Jakobsen í telefonini.
– Í samband við ár teirra brekaðu, hava vit gjørt av, at okkara partur ikki skal liggja eftir. Vit fara at geva eina nýggja fløgu út, hon verður tøk umleið fyrsta desember. Vit eru eisini farin í holt við eina blaðútgávu, ið skal lýsa nøkur av viðurskiftinum hjá teim verri støddu í samfelagnum. Eisini eru vit á einari skúlakonsertferð.

Hvat vilja tit við hesum tiltøkunum?
– Fyrst og fremst fyri at skapað eitt gott samband og fatan millum tey menningartarnaðu/brekaðu og ungdómin. Mangan er gjógvin blivin alt ov stór órsakað av óvitan og fordómum. Um vit kunnu fara út á skúlarnar og geva næmingunum eitt gott og stuttligt upplivilsi, so er sannlíki stórt fyri at tey ikki venda teim veiku bakið grundað á býttlika og ótta. Konsertferðin er sjálvandi ætla teim yngru. Blaðið er meira til fjøldina og verður borið út til øll húski í landinum. Fløgan er ógvuliga “breið” og har er avgjørt eingin aldur settur á, øll kunnu fáa gleði av henni.

Hvussu hevur gingist við konsertferðini?
– Tað hevur verið eitt stórt upplivilsi. Eg hevði ikki í mínum villasta dreymi kunna ímynda mær eina so góða móttøku, sum vit hava fingið. Tað kann ikki greiðast frá, fantastiskt!
Vit byrjaðu inni á Skála síðsta mánað og uttan undantak, hava allar konsertirnar verið super.
– Fyrsta fløgan hjá tykkum “Hetta er eisini mítt land” var “bestseljari” Hvat eru vónirnar fyri  einari endurtøku?
– Sjálvandi hevði tað verið stuttligt um fólk eisini tóku hesa fløguna til sín og á tann hátt stuðla  øllum tiltakinum, tí hóast vit hava fingið góðan stuðul, so er vit bundin eitt sindur av, at fløgan selur væl. Men fyrst og fremst vóna vit, at tey, ið keypa hana verða glað fyri hana. At fløgan hevur fleiri góðar sangir á, ið kunnu gerast landaplágur, ivist eg ikki eina løtu í.

Hvussu leingi verður M”as Blues Band aktivt?
– Vónandi heldur konceptið í langa tíð.  Eftirspurningurin hevur verið stórur og einki bendir á, at hann er minkandi. Hinvegin er tað eisini ein spurningur om orku. Hetta er fyri mín part eitt ólønt arbeiði. Í veruleikanum kostar tað t.d. havi eg avspáka 10 vaktir hendan síðsta mánaðin, so tað er nakað sum ikki heldur í alla tíð. So eg kann siga at tað kostar mær ikki so líti, hinvegin hvørki kann ella skal alt uppvígast í pengum. Tað ið verri er, er at tíðin við familjuni næstan ikki er til at fáa eyga á.

– Hvat hevur verið tann stórsta upplivingin hjá tykkum?
– Um vit takað tað feskasta, so er tað at vit skjótt eru før fyri at koma út við nýggjari fløgu, sum vit veruliga hava knoklað fyri. Skúlakonsertferðin hevur verið einastandi og børnini og lærarar hava veruliga tikið av avbjóðingini og gjógvin er munandi minka.